Wednesday, November 21, 2012

TÍÐINDI

Eg havi gingið og fnisað spakuliga fyri meg sjálva av eini viðmerking frá Kringvarpsstjóranum fyrradagin um, at tað verður munandi minni av mentan í Kringvarpinum í framtíðini. Ber tað til? Ber til at royta ein skallutan? Ja tað ber væl til og nú fnisi eg ikki meir, tí støðan er álvarslig. Eftir at hava notið eina góða portión av In Mente í gjár, komu tey syrgiligu tíðindini, at fína mentanarsendingin hjá Suna Merkistein er tikin av skránni umgangandi fram til nýggjárs og at tað sama er galdandi fyri allar møguligar aðrar sendingar sum Vitan, Rót og Rútma, Áðrenn Elvis osfr. Tá krubban er tóm bítast rossini og eftirráðini eru mong í kjalarvørrinum á skelkinum. Mentafólk á facebook halda ítróttin vera farnan avstað við ov nógvari fíggjarligari orku, summi halda, at vit eru ov negativ og at tað er negativt og typiskt føroyskt at vera negativ, meðan onnur halda sjónvarp vera tað bera oyðsl. Onkur heldur seg kunna gera sjónvarp fyri lítið og lætt. Útvarp er ein herligur miðil og eg ivist onga løtu í, at sjónvarp er kostnaðarmikið. Men ikki rokni eg við, at vit í framtíðini kunnu lata okkum lynda við útvarpi og ongum sjónvarpi, framtíðin gongur ikki aftur eftir hæli. Nú er tað so, at nokk so nógv trøll og grátt undir steini stingur seg upp í tílíkum støðum, og nógv teirra mæla til at droppa kringvarpið, sløkkja fyri lortinum og nógv annað, sum er heilt ómetaliga lítið uppbyggiligt og deprimerandi at lesa, sjálvandi er tað ómetaliga umráðandi fyri okkara lítla samfelag at standa saman um eitt felags alment Kringvarp. Eg føli við starvsfólkunum í Kringvarpinum, sum umframt alt møsnið, verða hótt við reellum uppsagnum og sum skulu hava hetta damoklessvørðið hangandi uppi yvir sær allan tann hugnaliga jólamánaðan. Tað hevur eingin av teimum uppiborið. Tað skiltist í gjárkvøldið at fakfeløgini Starvsmannafelagið og Føroysk Miðlafólk hava sent út yvirlýsing, har tað m.a. stendur, at "Fjølmiðlar eru ein hornasteinur í demokratisku skipan okkara, og tí er tað av alstórum týdningi, at vit hava eitt vælvirkandi og vælrikið Kringvarp. Kringvarpið hevur skyldu til at umboða allar føroyingar óheft, og tí tolir Kringvarpið ella føroyska samfelagið als ikki slíka skerjing, sum liggur í kortunum. Enn kenna vit ikki endaligu avleiðingarnar av sparingunum, men líkamikið hvat hendir, verður hetta eitt stórt bakkast fyri Public Service tænastuna, og einum slíkum afturstigið má politiska skipanin steðga. Feløgini vilja vísa á, at skerjingarnar í Kringvarpinum kunnu fáa stórar samfelagsligar avleiðingar: - Óhefti tíðindaflutningurin verður nógv skerdur. - Public Service skyldan dettur burtur. Føroya fólk fær ikki ta óheftu miðlatænastu, sum tey hava krav uppá og hava goldið fyri. - Eftirlitið við politisku skipanina og valdshavarum viknar í ólukku mát. Starvsmannafelagið og Felagið Føroysk Miðlafólk vóna og vænta, at ein onnur loysn enn hópuppsagnir verður funnin. Tí tað er og verður ikki góðtikið, at limir okkara eru tiknir sum gíðslar í eini støðu, sum teir púra uttan skyld, eru endaðir í".  

Vit skilja væl, at starvsfólk í Kringvarpinum eru illa við, men tað eru vit onnur so sanniliga eisini og sjálvt um tað ikki hjálpir stórt at yvirdramatisera ella at mála tann grábeinta uppá veggin, so er tað freistandi at síggja avtøkuna av einum almennum kringvarpi sum enn eitt tekin um eina niðurbræðing av føroyska samfelagnum. Í umdiskuteraðu Heimvitisferðini hjá Tóroddi Poulsen gongur niðurbræðingin serliga út yvir teir stovnar og tey støð, har list, mentan, vitan og ond eigur at ráða. Sunnudagin er Bókadagur, tá fer Tóroddur Poulsen at lesa upp yrkingar í Norðurlandahúsinum, kanska fer hann at lesa hesa, sum eitur TÍÐINDI:

summi fara niðan í kringvarpið
at keypa ella selja tíðindi
tann besti gjaldmiðilin er kettlingar
teir skulu helst vera deyðir
og eru teir ræstir
fært tú rættiliga nógv tíðindi 
og tú fært eisini útgoldið í kettlingum
um tú sjálvur hevur tíðindi at selja
kringvarpið sendir ikki gjøgnum luftina longur
tí eingin almennur stovnur fær streym
tó er landssjúkrahúsið undantikið
har tey fáu ríku kunnu fáa sjúkuviðgerð
øll onnur mugu lekja seg sjálv verða tey sjúk
tað duga nøkur
men tey flestu leggja seg at doyggja
og tað hava altíð verið góð tíðindi
at onkur doyr
og so er gongd aftur í handlinum




(KP)