Wednesday, November 21, 2012

Mentan á skránni

Tingvarpið er á skránni hjá mær í dag, tí í dag kemur svarið upp á fyrispurning frá Gunvør Balle til landstýrismannin í mentamálum um framtíðina hjá Tjóðpalli Føroya.

 

24. Tjóðpallur Føroya og komandi Tjóðleikhús


     
Spyrjari: Gunvør Balle
Svarari: Bjørn Kalsø
Spurningur:
Á tingfundi 23. oktober 2012 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:


  1. Er landsstýrismaðurin greiður um arbeiðsumstøðurnar á Tjóðpalli Føroya? Um nei, hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at kunna seg um umstøðurnar?
  2. Hvat heldur landsstýrismaðurin í mentamálum um slíkar umstøður, og hvat sigur tað um virðingina fyri tí arbeiði, hesin stovnur ger?
  3. Hvørji krøv til arbeiðsumstøður hjá fólki heldur landsstýrismaðurin í mentamálum vera rímiligar at seta í Føroyum 2012?
  4. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at bøta um hølisviðurskiftini hjá Tjóðpallinum?
  5. Hvørja framtíðarætlan hevur landsstýrismaðurin lagt fyri Tjóðpallin, tá um hølisviðurskifti ræður, og eru nakrar fyrireikingar gjørdar?
  6. Nær er ætlanin at seta arbeiðsbólkin, sum skal fara undir at fyrireika byggingina av Tjóðleikhúsinum?
  7. Nær er ætlanin at fara undir bygging av Tjóðleikhúsið?
 
Viðmerkingar
Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðani februar 2005, men enn røkist einki fyri, at umstøðurnar hjá leikhúsinum gerast betri. Við syndarliga herverkinum, ið var framt í hølunum herfyri, er støðan og arbeiðsumstøðurnar hjá Tjóðpallinum snøgt sagt ótólandi.
 
Ad 1-5:
Har eru mong viðurskifti, sum als ikki kunnu góðtakast. Manglandi umstøður at skifta búnar og gera seg kláran til framførslu, manglandi umstøður at hava matarsteðg í og manglandi wc- og brúsuviðurskifti. Um ein leikur er settur upp soleiðis, at hann hevur fleiri inngongdir til pallin, muga leikarar renna útum ígjøgnum eitt runut, vátt tún, á ongan hátt nøktandi fyri starvsfólk í 2012.
 
Tórshavnar Býráð hevur víst Tjóðpallinum stóra vælvild í fleiri ár, men seinastu árini hevur Tjóðpallurin rindað kommununi 200.000kr í leigu um árið, og hesin peningur er tí minni til dagliga virksemið. 
 
Tjóðpallinum tørvar fleiri og betri hølir. Bráðfeingis tørvur er á: Skrivstovum, verkstøðum til seyming, máling, smíð o.l., skiftirúmum til leikarar við wc og brúsum, hølum til upphitan og venjing, felagshølum, goymslurúmum.
 
Sum er, blíva fólk og ogn hjá Tjóðpallinum flutt runt í húsinum, tá ið venjingar og sýningar eru, tí at plásstrotið er so stórt. Hetta krevur tíð, eyka kostnað og arbeiðsorku. Td kundi ein goymsla, ið liggur á øðrum staði, bøtt munandi um støðuna, so verandi goymsla kundi verðið nýtt til skiftingarrúm ella annað.
 
Spurningurin er, hvørjir møguleikar eru at finna, sum bøta um bráðfeingistørvin hjá Tjóðpallinum sum eina fyribils loysn, til egin bygningur er bygdur til tørv og endamál hjá Tjópallinum. Ynskiligt er at fáa at vita, hvussu  myndugleikarnir síggja fyri sær eina loysn í framtíðini fyri hølismøguleikunum hjá Tjóðpallinum.
 
Ad.6 og 7:
5 milliónir vórðu settar av á fíggjarlógini í 2011 til at fyrireika bygging av tjóðleikhúsi, finna hóskandi øki, og at gera skitsu og detailprosjektera nýggja húsið. Í fíggjarlógini fyri 2012 stendur, at ”funnið er fram til staðsetingina av tjóðleikhúsinum og tingingar eru í løtuni við Tórshavnar Býráð um, hvussu farast skal fram.”
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 stendur, at ”farið verður undir at orða eina byggiskrá í heyst.” Nú fjøllini eru gingin, og heystið tí fer at halla, er áhugavert at fáa at vita, um byggiskráin er orðað. Eisini er áhugavert at vita, hvussu tingingarnar við Tórshavnar Kommunu hava gingist, og hvar staðsetingin av Tjóðleikhúsinum skal vera.
 
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum talar støðugt um allan peningin ið er støðlaður á fíggjarlógini. Tær 5 mió. til Tjóðpallin eru dømi um, at landsstýrið vegna drál, sjálvt eigur alla ábyrgdina av at peningurin er støðlaður.
 
Tjóðpallur Føroya hevur fá ár á baki, tí krevur tað eisini eitt Mentamálaráð og ein landsstýrismann í mentamálum, sum veruliga vilja berjast fyri, at honum skal vera lív lagað. Øll framkomin lond við virðing fyri sær sjálvum og virðing fyri mentanini geva henni rímiligar umstøður at arbeiða undir. Eg vóni við hesum fyrispurningi at varpa ljós á umstøðurnar hjá Tjóðpalli Føroya, og at avvarðandi myndugleiki, landsstýrismaðurin í mentamálum, fer at taka málið upp í størsta álvara, leiklistini at gagni.
 
Á tingfundi 24. oktober 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast