Monday, November 5, 2012

Stuðulsváttan

Andstøðulimirnir í Mentanarnevnd Løgtingsins geva listafólkum sín fulla stuðul í boykottinum av almennu Føroyum.

Hetta gera vit, tí vit eru grundleggjandi ósamd í førda mentanarpolitikkinum. Og tí vit sláa fast, at skerjingarnar hjá landsstýrinum á mentanarøkinum eru so ógvusligar, at neyðugt er at taka sterk stig til tess at tala at.

Í fyrispurningum á tingi og undir viðgerðini av fíggjarlógini hava vit fingið staðfest, at mentanarøkið tilsamans skal spara meira enn tvær milliónir. Fyri hvørja einstøku játtan er talan um niðurskurðir millum 5 og 20%. Onki annað øki á fíggjarlógini er fyri so stórum niðurskurði í prosentum. Bæði list, bókasøvn, mentanararvur og íløgur verða meint rakt.

Tá samgongulimir føra fram, at skerdu pengarnir verða fluttir til annað virksemi, er tað als ikki rætt. Mentanarøkið verður samanumtikið ógvusliga skert.

Tað, sum harmar okkum mest er:

- Óskiljandi og ógvusligi niðurskurðurin av Mentanargrunninum
- Stóra skerjingin av játtanini til tónleik og sang
- At játtan til søvn og mentanarvirksemi kring landið verður skert
- At ongin Tjóðpallur er í væntu

Tað kann á ongan hátt góðtakast, at samgongan skerjir játtanina til Mentanargrunnin, ið sum kunnugt umboðar frælsu mentan og list okkara. Samgongan ger seg við hesum beinleiðis inn á sjálvan hjartaslátturin í føroyskum mentanar- og listaumhvørvi. Mentanargrunnurin eigur lívið í óteljandi verkætlanum, framsýningum, útgávum og tiltøkum, sum ár um ár ríka okkara tjóð, avbjóða okkara veruleikafatan og umboða okkara lítla, men stórsligna land úti í heimi.

Samgongan ætlar at skerja Mentanargrunnin við 20 prosentum, sum sostatt er lutfalsliga størsta einstøka skerjingin á fíggjarlógini. Hetta av eini játtan, sum frammanundan er so ósømiliga lítil, og sum verður tagað sundur millum frítíðarítriv og yrkislist.

Somuleiðis er tað ein dáragerð at skerja játtanina til tónleik og sang og at lata játtanina til Musikkskúlan standa í stað. Henda játtan er ikki hækkað í fleiri ár, við tí úrsliti, at virksemið skúlans stútt og støðugt verður skert.

Samgongan førir fram, at nýggja Málráðið skal hava hægri játtan, og tí hevur verið neyðugt at skerja aðrastaðni. Tað er lítið sømiligt at brúka Málráðið sum undanførslu, tí hesi økir kunnu og eiga á ongan hátt at setast upp ímóti hvørjum øðrum. Tað sum veruliga býr undir, er ein krunkasvartur og beinharður afturlítandi, reaktionerur mentanarpolitikkur. Og eitt greitt frával av frælsu, og til tíðir eisini kritisku, listini.

Vit mótmæla somuleiðis harðliga, at Samgongan als ongar ætlanir hevur um at byggja nýtt Tjóðleikhús. Við syndarligu óhappunum, ið hava rakt Tjóðpallin seinastu tíðina, eru arbeiðsumstøðurnar hjá leiklistini í dag snøgt sagt ótolandi. Skjøtul má setast á at skapa virðiligar umstøður fyri leiklistini alt fyri eitt.

Føroyar eru gávaðar við einum stórum skara av evnaríkum listafólkum. Og eitt vaksandi tal av okkara ungdómi nemur sær útbúgving innan list og skapandi greinarnar. Føroyska samfelagið hevur stórliga tørv á hesum fólki. Skulu hesi hava hug og møguleika at seta búgv í Føroyum, má ta almenna kenna sín leiklut og orða eina greiða mentanarstevnu, eins og øll onnur framkomin samfeløg. Landið spælir ein týðandi leiklut í at skapa gróðrarlíkindi fyri at mentan og list, og skapandi vinnurnar kunnu kasta virðir av sær. Ikki bara peningalig virðir, men eisini andlig virðir, sum føra okkum fram á leið sum land og fólk.

Tíverri sendir samgongan við sínum mentanarpolitikki, eitt greitt signal út til hesi fólk, at vit hava ikki áhuga í tykkara talentum. Okkum tørvar tey ikki.

Ætlanin um boykott av almennu Føroyum er ógvuslig og kann fáa ómetaliga óhepnar avleiðingar. Men viðhvørt er neyðugt at tala við stórum stavum fyri at mótparturin skilur álvaran. Hetta skilja vit og taka undir við.

Vónandi fær boðskapurin hjá listafólkunum samgonguna at vakna og at broyta ætlanirnar um niðurbræðingina av skapanarmegi fólksins.

Virðingarmest

Gunvør Balle, næstforkvinna í mentanarnevndini
Høgni Hoydal, nevndarlimur í mentanarnevndini
Rigmor Dam, nevndarlimur í mentanarnevndini