Friday, November 9, 2012

Endurmynd - Myndir eftir William Heinesen

 
í Gallarí Stephanssonshús frá 24. novembur til 19 desember 2012
 



”Støðugt skild sundur, æviga samangreipað". Soleiðis endar William Heinesen vøkru yrkingina Dagbókablað í savninum Panorama við ælaboga. Yrkingin snýr seg um viðurskifti, sum fólk hava við hvønnanan, við fortíðina og framtíðina og við alheimin, men orðini – støðugt skild sundur, æviga samangreipað – fevna eina langa røð av mótsetningum, sum gerast partar av eini heild og sum áhaldandi verða endurtiknir, sum møtast og skiljast, verða knýttir saman og syndrast í listini hjá Williami Heinesen. Ljós og myrkur, góðvild og óndskapur, hiti og kuldi, gleði og sorg, núið og ævinleikin og størst av øllum lívið og deyðin, eru um somu tíð ólík í lyndi og ósundurskiljandi.

Kanska er tað á sama hátt við skaldskapinum og myndlistini hjá Williami Heinesen, at tey eru støðugt skild sundur, æviga samangreipað. Tað er eins og eru tey partur av hvørjum øðrum og vaksa út úr hvørjum øðrum, men tey eru eisini ógvuliga ólík. Orðini eru ofta fylt av myndum og myndirnar fyltar av orðum, tey eru tað sama og ikki tað sama. Við hesi framsýning setur Gallarí Stephanssonshús undurfullu og fantastisku myndlistina hjá Williami Heinesen í brennidepilin, hansara myndlist hevur kanska staðið í skugganum av hansara stóra og ríka ritverki. Men framsýningin fer eisini at vísa, hvussu alt hongur saman í eini mótsetningsfullari heild, sum alla tíðina verður enduruppdagað og enduruppfunnin eitt sindur á sama hátt sum pappírsklippið, ið er myndað av eini rúgvu av smáum pørtum frá eini heild, sum syndrast og savnast við øðrum smáum pørtum til eina nýggja heild. Ein nýggjur heimur, sum aftur og aftur skapast og endurskapast ella endurmyndast.

Tí dualisman, sum hevur rátt á hugsanum vestanfyri síðan Platon, og sum nágreiniliga skilir sundur mótsetningspør sum kropp og sál, hugsan og kenslu ella eind og margfeldi verður bjóðað av í listini hjá Williami Heinesen. Í hansara verkum er einki "antin-ella" bara "bæði-og". Heimurin verður ikki fataður út frá eini hvassari skynan millum mótsetingar, men út frá einum spenningsfylltari heild, har mótsetningar møtast og samansettir týdningar kykna. Tað er ikki myta ella veruleiki, men bæði, ikki dreymur ella realisma, men bæði og í verkunum er bæði pláss til myndevni úr ævintýrum, mytum, yvirtrúgv og úr tí púra veruliga gerandisdegnum.

Eins og tað óskynsama og tað skynsama eru partar av hvørjum øðrum sprettur í verkunum ein samhoyring millum devulsligar kvinnuligar verur, sum dansa, spjálka, sveima og spæla undir fullmánanum, millum havfrýr og marmenlar, menniskjalíkar krabbar og trøllakendar fiskar og lúnskar kapitalistar, seyðatjóvar, grammar valdsharrar og sekteriskar originalar. Og á sama hátt sum lívið og deyðin fylgjast, fylgjast eisini vónin og kynisman, tað kerliga og tað speiska í hesi organisku, monistisku heildini. Fjølbroytti myndaheimurin rúmar um somu tíð tað stuttliga, dapra, vakra og ræðandi, innastu eydnu og djúpastu ræðslu. Alt samalt flættað saman til eina ornamentala heild av einastandandi hugflognum og fullvísu formkensluni hjá Williami Heinesen.

Tí tann samansetta heildin finst eisini í forminum. Tey fínu og kenslubornu pappírsklippini, sum eru viðbrekin og poetisk í sjálvum sær, samstundis sum tey eru sansalig, rúma ørskapi, dirvi, lívsmegi og sterkum instinkti, ið verður vovið út og inn millum hvørt annað. Har er ein villskapur í tálmaða úttrykkinum, sum liggur í sjálvum lyndinum hjá pappírsklippinum, og William Heinesen brúkti tað einfalda úttrykkið í pappírsklippinum, flatan og tær ofta sterku, intensu óblandaðu litirnir, sum pappírsklippið er bundið av, á ein sera livandi, fabulerandi hátt. Hann sameindi ein hugtakandi lættleika og einfeldi við barokkum og groteskum myndamáli, fann eitt mótsvar til miðilin, sum hann arbeiddi við, og á mangan hátt bjóðaði hann algongdum ímyndum um formlæru og litharmoni av. Við tí undurfulla úrsliti, at myndirnar í grundini eru harmoniskar, sjálvt um tær eru samansettar.

Allir hesir formarnir og litirnir í stóra myndastavraðnum hjá Williami Heinesen verða endurtiknir óteljandi ferð í teimum einstøku verkunum, og koma undan kavi aftur í øðrum verkum soleiðis at ein heild verður myndað millum verkini. Pappírspettini í ymsum verkum koma frá sama pappírsarkið og skapa eitt beinleiðis likamligt samband millum verkini. Tað er sum eru tey partar av eini heild, sum aftur og aftur endurrísur og endurskapast - støðugt skild sundur, æviga samangreipað.

Við hesum endurtøkunum, sum eisini eru kendar frá mytum, teknar William Heinesen eina mynd av einum sjálvstøðugum heimi, einum heilum kosmos við egnari syklus, sína egnu lívssøgu. Alt er bert ein fasa í tí alfevnda og innarliga humanistiska kosmos. Eftir myrkrið kemur ljósið, eftir deyðan kemur lívið, og kærleikin til lívið er eisini kærleiki til deyðan, eins og kærleikin til ljósið eisini er kærleiki til myrkrið, tí tey eru partur av hvørjum øðrum. Alt gongur í ring, er ævigt og vendir aftur, lívið rísur aftur, heimurin verður til á nýggjum. Endurmyndast.

Inger Smærup Sørensen
 
 


Tað er ein stórur heiður at skipa hesa framsýningina við verkum eftir William Heinesen. Vit vilja takka so miriliga Zacharias Heinesen og Williamshúsi fyri lán av verkum og fyri klóka og inniliga hjálp og vegleiðing. Vit takka eisini Tórshavnar Kommunu, sum hevur stuðlað framsýningina.

Fernisering verður leygardagin den 24. november kl. 16. Framsýningin er opin hvønn dag millum 16-18. Øll eru vælkomin.