Harraguð sum eg vóni, at viðmerkjarar á ymiskum netportalum ikki umboða tað føroyska fólkið, men at tað í veruleikanum snýr seg um fjúrtan innetin tvørball, sum dámar at skræða seg um alt møguligt og helst tað, tey yvirhøvur ikki hava skil fyri og tað, tey als onga vitan hava um. Primitiva grovheitin, sum merkir summar av netviðmerkingunum er nívandi. Tað er eins og alt vanligt kurteisi og vanligar menniskjansligar kenslur hvørva í nethøpi, eg veit ikki um tað er orsakað av tí tryggu frástøðuni, sum fólk halda seg hava handan telduskíggjan.
Herfyri bar portalurin tey sorgarboð, at ein blaðungur maður var funnin deyður inni hjáa tikarunum í djóragarðinum í Keypmannahavn. Ein av føroysku viðmerkingunum til sorgarleikin var: "So kann hann læra tað". Hann náði meg sum hatta er ein ómenniskjanslig og skítbýtt viðmerking og tá tað so snýr seg um list og íløgur í list er tað næstan sum at festa í sjálvt býttleikabálið. Fram í tað bláa skermljósið tysja allahanda kakkurlakkar og grátt undir steini at illtonkja listafólkunum fyri at nassa og liva feitt uppá landið, - "fáið fingurin út og fáið tykkum eitt ordiligt arbeiði..." og so framvegis. Í sambandi við aktuella listafólkaboykottið hava fleiri tílíkar andaliga skerdar netræddir brúkt seg um listastuðulin og tú gerst illa við av at lesa hesar opinberingarnar av fávitsku. Ein harra Hans Nielsen, sum er stýrimaður, ikki á Evnesvagt, sum eg í illsinni mislas tað fyrst, men á Esvagt skrivar t.d:
Hans Nielsen · Top Commenter · Stýrimaður at Esvagt
Jú vinningurin er at vit sleppa undan at hoyra og gjalda fyri mjarrið hjá Sunleif Rasmussen.
Tað kemur dátt við, at ein stýrimaður yvirhøvur kann finna uppá at skriva soleiðis. Hann kann sjálvur royna at googla sítt egna navn og so mjarrið av Sunleif Rasmussen fyri at vita hvør teirra t.d. vann norðurlendsku tónleikaheiðurslønina, og hvør teirra harvið er við til at gera Føroyar kendar um allan heimin. Nei, eg velji at trúgva, at føroyingar sum heild ikki eru so illa fyri sum summar netviðmerkingar kundu týtt uppá. Alt annað er heilt einfalt ov deprimerandi.
(KP)