Frida Zachariassen (1912-92) var fødd í Klaksvík og var næstan eina um føroyska list í tíðini eftir kríggið: Hon var ein kvinna við arbeiði í sparikassanum á staðnum og harafturat ein virkin málari, sum eisini skrivaði og gav út bøkur um list. Hun búði í Klaksík meginpartin av sínum lívi, og hon var bert burtur í samband við útbúgving í Keypmannahavn og London og í samband við ferðir til evropæisk listasøvn, har hon ágrítin teknaði og granskaði um list.
Við einum eyðkendum hátti málaði Frida Zachariassen ígjøgnum árini eina modernaða frágreiðing um lívið í Klaksvík og nærumráðnum frá síni tíð, og nógv motiv avmynda navngivin støð og persónar.
Við tíðini fekk hon ein abstraktan geometriskan stíl við strongum linjum og litum, har landslagið og menniskjuni fyrst verða loyst sundur og sett saman av nýggjum – sum ferhyrningar og tríhyrningar
Hóast myndirnar vóru abstraktar vóru tær ongantíð skapleys. Málningar hennara vísa altíð okkurt, sum tú kennur aftur og serliga er viðurskiftið hjá menniskjunum til natúruna sjónligt og týdningarmikið: Kvinnurnar taka sær av fiski, og menninir gera bátarnar klárar, eru í grindadráp, hoyggja og ganga í fjøllunum.
Menniskjans nærvera í natúruni er tað, sum ger Fridu Zachariassen serliga í føroyskari list. Hjá henni hoyrir menniskjan saman við landinum, og hennara list er tekin um, at hon fann sín heilt egna veg innan ta sterku føroysku landslagssiðavenjuna.
Framsýningin er gjørd í samstarv við Listasavn Føroya og privatar lænarar, ið vit takka fyri teirra vælvilja.
Kurator: professari, dr.phil. Malan Marnersdóttir.
TILTØK Í SAMBAND VIÐ FRAMSÝNINGINA
Fyrilestur um Fridu Zachariassen
Sunnudagin 3. juni kl. 15
Kom og hoyr um Fridu Zachariassen, hvørs málningar verða framsýndir. Hoyr um lívið og virknaðin hjá listakvinnuni, sum hevur framsýning. Malan Marnersdóttir, sum hevur skrivað einevnisritið Frida Zachariassen (2010, Listasavn Føroya), greiðir frá um lív og arbeiði hjá listakvinnuni.
Fyrilestur um klaksvíksstríðið í 1950’unum
Sunnudagin d. 17. juni kl. 15
Lektari Hans Andris Sølvará frá Fróðskaparsetur Føroya greiðir frá um stríðið, har danska krígsskipið Rolf Krake bleiv sent avstað við 150 monnum í herflotanum og 32 løgreglumonnum til størsta býin í Føroyum!