Mentanarnáttina bar aftur til at staðfesta, at listaáhugin er brennandi
og vaksandi her á landi. Undirritaða hevði ta stóru gleði at vísa fólkum runt í
listasavninum hjá Tryggingini og talið av luttakarum var fleirfaldað í mun til
síðsta ár. So nógv vóru møtt, at tørvurin á mikro- ella megafon var áleikandi,
serliga framman fyri fantastisku apoteosuna til landið, sum Ingálvur av
Reyni upprunaliga málaði til løgtingssalin, men sum hann vrakaði, tí hann helt, at tingsalurin kravdi eitt sáttligari og tignarligari verk. "Gjøgnum
tíð og rúmdir" eitur myndin eftir yrking hjá J.H.O.Djurhuus og eg rópti
ein part av yrkingini út til mannamúgvuna og føldi sum stóð eg í stormi og rópti upp ímóti ættini, ella inni á kondittarínum ein døguratíma (útvarpið forfrá og havnarprátið
tilsvarandi mælskt og garterandi). Men listaáhugin var eftir øllum at døma stórur, tí í øllum
ganginum vóru ikki fáir áhoyrarar, sum av øllum alvi royndu at hoyra tað, ið sagt varð. Túsund takk fyri, tit.
Gjøgnum tíð og rúmdir
Djúpt í mínum huga,
har alfjarar øldir húsast,
djúpt í mínum huga,
har forfedra fjøldir durva,
drálar ein sangur.
Í honum hoyrist
látur frá leskandi keldum,
í honum hómast
fornskógalondini trølsku,
har ljónið ýlir, og tikarin grenjar
av svongd og trá.
Í honum andar
fleyrið hitt lina og lotið hitt lýggja,
í honum dunar
øðiligt brim og skakandi stormar.
Í honum ljóða
fossandi áir úr høgum fjøllum,
í honum síggjast
víðar fløtur, har dísar dansa og blómur anga.
Í honum hoyrast
fuglar láta -
- so fagurliga
Í honum er allur mannagrátur,
í honum nøtrar øll mansins neyð,
í honum skiftir lív við deyð.
Djúpt í mínum huga býrt tú.
Sangurin hesin ert tú. -
Hann ljóðar øld undan øld,
ætt undan ætt,
- oh høga dís, -
tú sum hómast í stjørnuglógvan,
tá ið norðlýsi blaktrar.
Tú, sum vart, ert og verður -
- óbroytt hin sama -
gjøgnum øll súsandi ár.
J.H.O.Djurhuus 1944
Myndirnar tóku Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen og Jóin Sigurðsson