Mentanarnáttina 8.juni klokkan 19 letur upp framsýning í Steinprenti við
spildurnýggjum vatnlitamálningum hjá Torbirni Olsen, sum hann hevur málað í
ávikavíst Vík og í Rom. Torbjørn Olsen kenna vit sum framúrskarandi kolorist og kolorisman fornoktar seg ikki í nýggju myndunum. Serliga í myndunum
úr Rom gløða litirnir í okkergulum húsafasadum í bláviolettari skýming. Fantastiska
bygningsverkið, gudanna Pantheon sær næstan út sum er tað farið á flog. Har er í
øllum førum ferð yvir lýsingini við teimum frískligu ljósagulu og reyðu rípunum á ljósabláari grund. Torbjørn Olsen hevur á sama hátt sum hin stóri
koloristurin í føroyskari myndlist, Ruth Smith, tørv á at hava myndevnið
framman fyri sær, tá hann arbeiðir, og tí teknar hann nógv. Hann málar
eisini ofta við vatnlitum, ikki minst tá hann ferðast, vatnlitir eru á so
mangan hátt betri egnaðir til ferðing, t.d. torna akvarellir skjótari enn
oljumálningar. Men vatnlitatøknið er sum kunnugt eisini heilt øðrvísi av lyndi samanborið
við tað drúgvara og meira umstendiliga oljumálaríið.
Vit vatnlitum fangar Torbjørn Olsen ljós og litir lætt, spontant og
artistiskt, og fyri mær eru tær bestu myndirnar á hesi framsýningini eisini tær einfaldastu. Myndir,
sum næstan eru heilt abstraktar og sum við nøkrum fáum strokum og litum mana fram vónríka angan av vári. Tað tekur kanska nøkur sekund av vitskuvíðkandi litnjóting,
meðan eygað leitar og greinar, men so verða boðini í skundi send til heilan, at
skapið, sum sæst niðarlaga á myndini miðskeiðis til vinstru er ein áttahyrnt kirkja. Hervið
eru vit myndevnisliga komin heim til Haldórsvíkar, og fjarari frá Rom kunnu vit neyvan koma. Og tó! Í bók síni um tær eldru hválvkirkjurnar í Føroyum
skrivar J.P.Gregoriussen, at Carl Vilhelm Prytz,
sum í 19.øld var sóknarprestur í Norðstreymi, var íðin slóðari og undangongumaður at fáa
kirkju til Haldórsvíkar. So mikið íðin, at hann longu í 1854 hevur gjørt tekning til
kirkjuna, har hann hevur nýtt kirkjuna á Frederiksberg sum fyrimynd. Tann kirkjan er ein
áttahyrnt barokkirkja og við barokkinum eru vit jú aftur í gomlu mentanarháborgini í Rómaborg,
sum eftir øllum at døma hevur verið Torbirni Olsen serstakliga ríkt og livandi
myndahøvi, har ikki bara fornaldarmonumentini eru áhugaverd myndevni. Sjálvandi
lýsir Torbjørn Olsen eisini fólkini í Rom í fínum, fjálgum huglagsmyndum. Øll eru hjartaliga vælkomin til
framsýningina, sum er opin fram til 21. juli. Steinprent er í Østrøms Fabrik á
Skálatrøð 16. Okkara stuðlar framsýningini.