Í sambandi við mentanarnáttina
í Havn fríggjadagin 8.juni verður aftur í ár skipað fyri listarundferð á
Kongabrúnni og samstundis verður løgd fram ein bók við heitinum "Tjúgu
trygg valaverk", sum Kinna Poulsen hevur skrivað og sum Tryggingarfelagið
Føroyar gevur út. Hugskotið til bóklingin kom á mentanarnáttini síðsta ár, tá
Kinna Poulsen varð biðin um at vísa fram list hjá Tryggingini og greiða frá
henni. Tiltakið eydnaðist sera væl, áhugin var stórur og saman við góðum fólkum
á Tryggingini varð sett ferð á eina tilgongd til tess at fáa tey góðu verkini
fram í ljósið og m.a. í nýggjar rammur. Mentanarnáttina hava fólk høvið at
uppliva úrslitið og at fáa eitt ókeypis eintak av bókini. Reyðu kvinnumyndina á
permuni eigur Tróndur Patursson. Oda Andreasen hevur samskipað, Dánjal Jacobsen
hevur sniðgivið og Fotostudio við Per á Hædd tók fotomyndirnar.
Kut úr bókini:
"Er myndin av Tinganesi lítil
í vavi, tess meira stórsligin er hon í listaligari dygd. Í mun til yngri myndir
hjá Ingálvi av Reyni (1920-2005), er lítla myndin av Tinganesi figurativ og
rættiliga statisk. Í litum er hon skipað út frá meginregluni um
mótsetningslitir, sum lærarin hjá Ingálvi av Reyni, Axel Jørgensen gekk høgt
uppí á akademinum og sum tað sambært Ingálvi sjálvum tók nógv harrans ár at
koma burtur úr aftur. Ingálvur av Reyni var sum kunnugt serstakliga
sjálvatfinningarsamur og helt, at hann var ov lítið sjálvstøðugur árini aftaná
akademiútbúgvingina. Men hyggja vit at myndini av Tinganesi, kunnu vit staðfesta,
at hon bæði í litum og bygnaði er ein serstakliga væl eydnað ungdómsmynd, sum
gevur ábendingar um, at avvarðandi listamaður er framúrskarandi koloristur...".
"Henda perlan av eini
bygdalýsing er dømi um hvussu stóran týdning franski listamaðurin Paul Cézanne
hevur havt bæði fyri avvarðandi listamann og fyri føroyska list. Tað er serliga
málihátturin í himmalhválvinum, sum rættiliga neyvt líkist máliháttinum hjá
Cézanne. Zacharias Heinesen var millum teirra, sum gingu á listaskeiði hjá
Cézannefjepparanum og týdningarmikla listaformidlaranum Jack Kampmann...."
"Føroysk list er sum heild
meir sansandi enn greinandi við sterkum litum í pastosum myndum, og listin hjá
Tróndi Patursson (1944) er einki undantak í so máta. Fyri hann hevur tað
sansaliga sentralan týdning. Hetta sæst allan vegin í gjøgnum hansara verk frá
teimum monokromu blóðreyðu, gulu, bláu
ella grønu myndunum við krunkasvartari, kalligrafiskari átekning, sum vit kenna
frá hansara hond. Aftur og aftur roynir
hann at endurskapa stóru kensluna av kosmos, sum hann fekk á søguligu ferðunum við Tim Severin
yvir um hav, tá hann lá niðast í bátinum og kendi megina frá tí stóra
veraldarhavinum streyma í gjøgnum kroppin. Tað sansaliga og spontana var
sanniliga eisini í fokus í tí fantastiska vertshúsinum, sum hann prýddi fyri
Restorffs Bryggjarí. fyri nøkrum árum síðani, har rúmini vóru málað í hansara
sterku litum og har barrin, prýðislutir og lampur vóru úr málaðum glasi..."
"Júst á sama hátt sum
Ingálvur av Reyni var tað, er eisini Rannvá Kunoy (1975) listakvinna framman
fyri síni egnu tíð. Tað vóru sostatt nógvir áskoðarar, ið høvdu ilt við at fata
hennara myndir á framsýningini í Norðurlandahúsinum í 2010, har m.a. hendan
myndin, Sufferer hekk. Hetta er eisini ein í føroyskum høpi sera øðrvísi mynd,
sum at síggja til er at líkna við ein stóran, ófantaligan ljósareyðan blett, ið
breiðir seg um snjóhvíta løriftið. Men fyri tann tolna og áhaldandi áskoðaran,
er tað eins og bletturin savnast til eina portrettmynd..."