Sunday, June 10, 2012

Eitt sindur um tað óendaliga lítla í tí øgiliga stóra...


Framsýningarrundan leygardagin eftir Mentanarnáttarrokilsið fekk meg at hugsa um danska oddvitan Georg Brandes og hansara krav til samtíðarlistafólk í 1869 um tað óendaliga stóra í tí óendaliga lítla. Á mínari framsýningarrundu í Havn 9.juni í 2012 upplivdi eg hetta lutfallið øvut. Tí eg byrjaði runduna niðri í Steinprenti, har tað serliga vóru tær minstu av vatnlitamyndunum hjá Torbirni Olsen, sum hugtóku við teirra listarligu styrki. Progressivar eru vatnlitamyndirnar ikki, tað veit Gud, og summar eru kanska í pittoreskara lagi, men listarliga megin er hinvegin stór í teimum livandi, smáu myndunum. Eg upplivdi tað soleiðis, at meðan støddin á verkunum var alsamt vaksandi sum eg gekk mær niðaneftir og eftirhondini fór innar í Listasavnið og í Norðurlandahúsið, tóktist listarliga megin samsvarandi minkandi.


Summargluggin er hugnaliga heitið á framsýningini í Listasavninum. Tað ljóðar sum ein amatørframsýning og líkist eisini einari amatørframsýning, sum er sett saman av fegnum áhugalistafólkum. Alt gott um áhugalist, sum er grundarsteinurin, ið alt annað verður bygt á, men Listasavnið eigur at vera tilskilað okkara bestu yrkislist. Arnold Vegghamar hevur onkra fína mynd á framsýningini, konseptuellu verkini hjá Jóhan Martin Christiansen og Unn Joensen vóru hugvekjandi og betri enn restin (kundi hugsað mær at sæð nógv meira frá teimum), tekstilverkini hjá Astrid Andreasen og Jórun D.Poulsen eru vøkur, og fleiri etablerað listafólk eru við á framsýningini. Men hetta broytir ikki petti uppá ógvuliga dominerandi dámin av áhugalistaframsýning, sum als ikki hóskar seg í Listasavni Føroya. Fyrireikararnir bera longu frammanundan í bøtuflaka fyri framsýningina við at gera vart við, at talan er um eina ósensureraða framsýning. -Javel, men tað skilst eisini á konseptinum, at tað bert eru limir í felagnum Føroysk Myndlistafólk, sum sýna fram í Summarglugganum, og sum eg hvi skilt tað eru yrkistreytir lagdar við limaskapi í hesum felag, at allir limir skulu hava myndlistina sum starv. Hetta sæst bara ikki serliga týðiliga á framsýningini, men  talan er jú eisini um kravmesta framsýningarsalin í landinum, sum eigur at hava tornhøgan standard. Amatørisman hoyrir ikki longur heima á Listasavninum, men tíverri trívist hon har og hevur eftir øllum at døma brotið sær slóð allan vegin inn í permanentu samlingina, har góðskustøðið tykist ørkymlandi óstøðugt. Har er somuleiðis ógvuliga lítið skil á uppheingingini av t.d. Mikines – myndirnar hanga sera illa saman og so hava tey sett eitt staffeli inn í rúmið við einum grindadrápsmálningi. Tað tykist rættiliga ómotiverað, løgið og sær ikki serliga proff út. 



Í Norðurlandahúsinum eru tað tey trý, Astri Luihn, Edward Fuglø og Sigrun Gunnarsdóttir, ið sýna fram. Eva Furseth er kurator og við framsýningarheitinum Laterna Magica verður sipað til fantastiska universið hjá William Heinesen. Kanska er tað tí eg ikki havi lisið katalogið, at eg als ikki dugdi at hóma William Heinesen í framsýningini, heldur tvørturímóti. Tí sum eg síggi tað, hevur dogmatiski kristindómurin hjá Sigrun Gunnarsdóttir, popputi grunnleikin hjá Edward Fuglø og innantómi søtleikin hjá Astri Luihn heilt óalmindiliga lítið við tann djúphugsna, lívselskandi fríteinkjaran og geniala listamannin, William Heinesen at gera. Í Norðurlandahúsinum eru formatini ovurstór og tað skulu tey eiga, at framsýningin sum heild er væl hongd upp og plaserað. Edward Fuglø hevur málað eina øgiliga stóra mynd (200 x 850 cm) við heitinum The Seagull has Landed og tað er orðaspæl og stuttligt droymarí um okkum smáu í stóru verð, at seta merkið á mánan, ein likka í staðin fyri ein ørn osfr., men listarliga tykist myndin hava ógvuliga lítið uppá seg og ikki nógv meira enn, at áskoðarin hugsar "Á skeg" fyri síðan at fara víðari sína egnu leið púra órørd av verkinum. Eg fái nokkso nógv meira burtur úr Tintin og Haddock á mánanum tur-retur, tí har er hóast alt hiti og humor í frásøgnini. Myndirnar av krákunum við stiletthælum eru eitt vet áhugaverdari enn tann stóra myndin og hanga í øllum førum spektakulert í forhøllini. Á framsýningini er eggið eisini komið við, sum nógvir skúlanæmingar dáma at tulka.  

Undirritaða hevur sjálv skipað fyri Summarframsýningini tað eina árið, tá Rannvá Kunoy hevði serframsýning í Norðurlandahúsinum. Tá gjørdist av álvara greitt hvussu fínur framsýningarsalur, tann nýggi skálin í grundini er. Listafólkini á ársins summarframsýning hava skipað seg greidliga soleiðis, at verk hjá Edward Fuglø hanga í forhøllini, Sigrun Gunnarsdóttir eigur Kringluna, meðan Astri Luihn hevur fingið Skálan fyri seg sjálvan. Síðstnevnda málar enn ljósar og luftigar málningar við abstraktum landslagskendum formum og figurativum fuglum á hvítari grund. Lekri mátin, sum litirnir blandast minnir eitt sindur um árinið av silkimáling ella um perlumóðir, ið skyggir glitrandi í ymsum litum. Málihátturin hevur maximum effekt og tað er tað. 

Uppheingingin av myndunum hjá Sigrun Gunnarsdóttir fungerar væl í ovurstóru myndainstallatiónini við einum slitnum lenistóli frammanfyri. Onkrar av myndunum eru bæði ov stirvið málaðar sum tær eru stirvið hugsaðar, men onkur mynd er rørandi og gevur hugasamband til barndómin og fløvan av hondum, sum sleptu. Eitt sindur spell, at hesar myndirnar hanga í snórum og ikki eru monteraðar á veggin á saman hátt sum myndirnar hjá Jan Håfström á Summarframsýningini í fjør vóru, men hetta snýr seg helst um onkur praktisk atlit. Summarframsýningin Laterna Magica er í Norðurlandahúsinum hetta til 26.august og tá fer framsýningin víðari. http://www.nlh.fo/



Plakatin í Listasavni Føroya


Jóna Rasmussen í Listasavni Føroya





Lítil vøkur mynd hjá Philippe Carré. Summargluggin


Sigrun Gunnarsdóttir í Norðurlandahúsinum


Eggið hjá Edvard Fuglø í Norðurlandahúsinum


Edward Fuglø í Nlh


Edward Fuglø í Nlh


Í caféini í Norðurlandahúsinum


Astri Luihn í Norðurlandahúsinum


Astri Luihn


Sigrun Gunnarsdóttir í Norðurlandahúsinum


Sigrun Gunnarsdóttir