Uppá bert tvær vikur hevur Det Ferösche Compagnie í
samstarvi við fleiri norðurlendsk listafólk skapað eina flotta
totalteaterhappening út frá Woyzeck hjá Georg Büchner.
Det Ferösche Compagnie er Kristina Sørensen og Kjartan
Hansen, hini norðurlendsku listafólkini eru Hans Tórgarð, Trond Nedberg, Ida
Løken, Öllegård Groundstroem og Magnus Lunell og nú er tað jú ikki tí, at ein
skal meta um nakað sum helst, í øllum førum ikki list, út frá hvussu langa tíð tað
hevur tikið at skapa tað. Men beinleiðis og spontana árinið, sum merkir hesa
happeningina hongur kanska allíkavæl á onkran hátt saman við teirri sannroynd,
at hon er framleidd uppá bert tvær vikur. Í øllum førum er sýningin fevnd av
forførandi frískleika, sum ikki tykist óreflekteraður, men harafturímóti púra
óspekulativur.
Leikurin hjá Büchner er í sjálvum sær fragmenteraður av tí, at hann ikki bleiv liðugur við handritið áðrenn hann doyði, og vit tessvegna ikki eru greið yvir, hvussu teir ymsu partarnir av leikritinum í grundini skulu setast saman. Fragmenteraða lyndið er gjøgnumført í hesi uppseting, sum inniheldur sang, dans, tónleik, sjónvarp, reklamu, og tað er alt samalt sera festligt, men allíkavæl verða vit leidd inn í søguna um neyðars Woyzeck, sum má selja sín kropp til vísundaliga gransking og liva av ertrum fyri at kunna gera sína flogsutu, ótakksomu elskaðu Marie nøgda. Og hetta blandið av tí fragmenteraða, villa karnevalska og eini einfaldari frásøgn, haldi eg altso var rættiliga elegant.

Tað naturalistiska og tað ekspressionistiska ganga á
undurfullan hátt upp í eina hægri eind og tí júst hetta er gjøgnumført á so
intelligentan hátt sum tað er, verður tað gjørligt hjá leikarunum at
improvisera stórt sæð alt inn í heildina (devising eitur tað helst) og at flyta
seg ella leypa í tíð og leiða grundtemaini moral, fátækdømi, kúgan og
mannminkan fram til okkara dagar. Leikararnir spæla væl og eiga rós uppiborið,
men ikki allan heiðurin fyri, at hendan sameiningin riggar. Tí eg haldi eisini,
at høvundurin Büchner eigur ein part av heiðrinum, tí leikurin er grundaður á
eina sanna søgu um hendan Woyzeck, sum varð eyðmýgdur og sálarliga niðurbrotin,
trýstur heilt út í at drepa sína elskaðu. Hetta er altso dokumentarisma og
innan dokumentarismusjangruna havi eg upplivað nógv skrambul. Veruleikin
er forbannað torførur at hava við at gera, men hetta er ein intelligent
listarlig tulking av veruleikanum. So tøkk fái leikarar og Büchner sáli.
Men nú skal tað heldur ikki blíva ov álvarsligt, tí tað er tað ikki, fyrst og fremst er óføra rokaligt í leikinum og nógv at flenna eftir. T.d. einum sera neyvum lækna, sum pínir Woyzeck við pokerskon og eini vísundaligum forvitni, ið røkkur so vítt sum til at smakka uppá bæði tað eina og andra, sum kemur út av kroppinum á offrinum. Ella Hans Tórgarð sum tosar svartenskt. Ella Marie í fínu tulkingini hjá Kristinu Sørensen, sum alla tíðina ringist sum ein ormur og veipar við tunguni í æviga stríðnum fyri at vera sexy. Øll spæla frálíka stuttligt og áskoðarin hevur tað eitt sindur aftaná sum hevur hann verið í veitslu. Og so tó. Tað, sum hevði størst árin var eitt par av holutum barnagummistúvlum.Teir rørdu meg á ein ella annan hátt meira enn nógvir stórir leikir hava rørt meg.

(IS)