Vit á listablogginum loyva okkum hervið at rópa eitt trífalt bókmentaligt hurrá fyri tí ónevnda persóni, sum vísti tað áræði, sum almennu Føroyar sakna, tá tað kemur til at virða listina eins og listin skal virðast. Sjálvandi skal handritið til Den yderste tid hjá Williami Heinesen varðveitast í Havn og tað óansæð bókmentaliga góðsku - tað kann í øllum førum brúkast til gransking. Ónevndi keyparin hevur rindað 95.000 krónur fyri handritið og sigur, at t.d. Skjalasavnið til eina og hvørja tíð fær keypt tað aftur frá ónevnda fyri somu upphædd sum hann hevur latið, og tað er jú dømi um mentaðan og ósjálvsøknan atburð, sum hevur allan heiður uppibornan. Takk fyri siga vit og leggja skundisliga aftrat:
Hurrá
Hurrá
Hurráááá!!!