Sunday, June 24, 2012

Um anonymisering og fremmandgerð av býarrúminum í Havn





"Hóast rákið er til høgru eru hjørtuni til vinstru.." soleiðis sungu Frændur einaferð, men tað var væl áðrenn flatskattur, makrelpengar og oljuvónir settu inn eina pengaautomat beint har, sum hjartað upprunaliga átti at verið, mitt í bringuna á føroyska samfelagnum.  Ómentaða lyndið at hyggja fram uttan atlit til okkara egnu sermerki, minnast vit frá 80´unum, tá nokk so nógv eftir øllum at døma varð gjørt fyri at fáa miðbýin í Havn eins átøkan onkrum anonymum donskum provinsbýi sum til bar. Í penleikans ruddingaraldu og peningastreymi hvarv tann dynamiska Perlan við rustaðu tekjuni og tann fjálgi handilin hjá Hans Joensen og í staðin fyri fingu vit Handilskjarnan, sum ongantíð hevur fungerað serliga væl í býarrúminum. Vit fingu eisini eina gongugøtu, sum bara var gongugøta av navni og ikki í praksis og her eru tað enn mest bilarnir og ikki so nógv teir anonymu flisarnir og tær enn meira anonymu gøtulampurnar, sum misprýða gøtumyndina og ganga út yvir trivnaðin. Eg eri væl greið yvir, at vit ikki kunnu brigda nøkrum ávísum fyri rák og ta menning, sum fer fram og sum eigur at fara fram, men eg haldi, at vit mugu hugsa okkum væl um. Herfyri tók Hans Mortensen stig til eitt visionert uppskot, sum Gunnar Hoydal og onnur hava gjørt; Havnin innan fyri Stóragarð um býararkitektur í Havn, har okkurt tykist sera skilagott, meðan okkurt annað tykist meira ivasamt. Tað góða við hesum uppskoti er, at tað gevur okkum høvið at kjakast og at finna út av hvørjar loysnir eru skilabestar áðrenn farið verður fram eftir fummum.

Hetta ber eyðsýnliga ikki altíð til og nú eru vit við at nærkast orsøkini til, at eg so illsliga eru farin í blekkhúsið morgun. Tí eg varð beinleiðis illa við at lesa í vikuskiftis-Sosialinum fyrst ein greinastubba um, at gomlu húsini hjá Hákuni Djurhuus (Kristiani Djurhuus, løgmanni) eru tikin niður og at keyparin, sum er ein makrelreiðari, fer at reisa ein skrivstovubygning á sama stað, har sum tey fínu húsini frá 1887 og gomlu postmeistarahúsini hava staðið á Krákusteini.

Longur inni í sama blaði stendur yvirskriftin "Fer at prýða býin og menna vinnulívið" at lesa. Greinin snýr seg um fyrrverandi Saltsøluna og fyrrverandi bygningarnar hjá Bacalao, sum nú skulu klæðast. Í greinini verður staðfest, at bygningarnir ikki eru vakrir í dag, men at teir um ikki langa tíð fara at standa sum prýðiligastu bygningar á vestara havnaøki í Havn. Tórshavnar Kommuna er byggiharri og bæði havnanevndin og fíggjarnevndin hava samtykt, at bygningarnir skulu klæðast, arkitektakapping hevur verið um hetta. - Eg má fyri tað fyrsta spyrja hvør hevur avgjørt, at hesir bygninngarnir eru ljótir? Tað eru teir yvirhøvur ikki. Bygningarnir eru merktir av teirra funktión og av estetikkinum frá teirra tíð. Teir skulu hampast um, gamaní, men við allari virðing fyri avvarðandi arkitekti, sum hevur gjørt nýggja snøgga uppskotið, er broytingin so ógvuslig, at tað lítið og einki hevur við gomlu bygningarnar at gera. Ovasta myndin er av parti av verkætlanini, betri myndir eru í Sosialinum. Samanumtikið tykist tað sum um, at vit í Føroyum seta størri prís uppá og romantisera avgamlan estetikk, hús við flagtekjum osfr., sum vit fegin vilja varðveita, meðan lítil og eingin áhugi er fyri eitt nú 50´unum, teimum mongu smáu blikkklæddu húsunum ella gomlum ídnaðarbygningum sum t.d. Bacalao og Saltsøluni. Kommunuskúlin er eisini eitt serstakt bygningsverk við fantastiskari listprýðing, eisini her mugu vit hugsa okkum væl um.

Flakavirki og ídnaðarbygningar eru sum kunnugt týdningarmiklir partar av okkara søgu. Vit síggja hvussu Østrøms fabrikk er komin til mentanarligan heiður og æru, her eru broytingar hendar, men tær flestu og mest radikalu broytingarnar eru hendar innanhýsis í bygningunum. Bacalao og Saltsølan eru partar av samleikanum hjá Tórshavnar býi og tí skilji eg als ikki ætlanirnar um at klæða bygningarnar av nýggjum. Heldur skuldu vit varðveitt fasadurnar og restaurera bygningarnar innan, so at teir kunnu brúkast til okkurt skilagott. Onkur av betongkassunum, sum eru komnir seinni, kann helst broytast eitt sindur ella takast burtur, so at teir sermerktu hvítu bygningarnir síggjast betri, men alt við virðing fyri tí verandi. Vit hava so ómetaliga fáar periodir, sum síggjast aftur í bygningunum í býnum og tí haldi eg, at tað er skeivt at taka burtur tað lítla, sum vit hava, sum er sermerkt og sum sermerkir okkum til frama fyri nakrar snotiligar, men fullkomiliga fremmandar og anonymar glasfasadur, ið tað sama kundu staðið í Herning ella onkra aðra staðni.



Húsini hjá Hákuni Djurhuus á Krákusteini verða tikin niður

Ingi Sørensen tók tær báðar niðaru myndirnar