Ofta hevur verið frammi at gera miðbýarætlan fyri Havnini, og mong munnu tey uppskot vera, sum liggja í skuffunum á Vaglinum - men hettar ger ikki nýggjastu ætlanina, sum kom framm fyri kortum, minni áhugaverda.
Hendan nýggjasta, er tó á mangan hátt, ein sera kærkomin áminning um, at tað er umráðandi at fáa miðbýin at mennast, so hesin kann gerast eitt kraftsentur, har allir føroyingar og útlendingar við, kunnu kenna á sær stórbýardám.
Tá miðbýarætlan skal gerast, er umráðandi bæði at hyggja frammeftir, men eisini at taka tað við, sum onnur undan okkum hava lagt lunnar undir. Tað er í hesum sambandi eisini umráðandi at leggja eina langtíðarætlan, so miðbýurin yvir ár, veruliga verður útbygdur eftir eini fastsettari ætlan.
Fleiri øki eru nevnd í nýggju miðbýarætlanini, og kanska serliga økið, niðri í Vágsbotni, kann við hesi ætlanini, gerast ein sonn perla.
Eitt annað øki sum er sera spennandi er økið millum Sjónleikarahúsið og Kommunuskúlan. Her verður lagt upp til, at gera eitt torg har skúli og mentan kunnu samstarva.
Søguliga staðið har Kommunuskúlin liggur í dag, eigur ikki bara at gerast til okkurt hissini, heldur eigur staðið at nýtast til tað, sum upprunaliga ætlanin er, nevniliga skúla har ungdómur flokkast - eisini aftaná skúlatíð.
Kommunuskúlin hevur, til allar tíðir, verið ein skúli fyltur við mentanar - og listatilboðum. Hettar hóskar væl saman við ætlanini at gera mentanartorg millum Sjónleikarahúsið og skúlan.
Arbeiðið við at leggja Venjingarskúlan og Kommunuskúlan saman í eina eind er gleðiligt og gongur sum skilst væl. Hesin samanlagdi skúlin, fer at hava nógvar nýggjar møguleikar við sær.
Guli bygningurin sum har standur í dag eigur at takast niður, og nýggjur skúli byggjast, við atliti til, at skúlin eisini kann gerast eitt mentanarligt kraftsentur í miðbýnum, har havnaborgarar kunnu savnast.
Havandi í huga at heimurin hungrar eftir kreativum fólki, og at allar kanningar vísa at list saman við ítrótti, eru fremstu átøk, fyri at menna innlæringina hjá børnum, eiga vit at ganga undan á hesum øki.
Her mitt í Havnini er møguleikin at byggja ein skúla sum ein kreativan depil, har rúm fæst fyri skúla, frítíðarskúla, framførslum, framsýningum og øðrum kreativum virksemi. Á henda hátt kann virksemi fyri ung, sum í dag heldur til í ótíðarhóskandi hølum í Margarinfabrikkini eisini, sum ein heilt nattúrligur partur, hava rúm her.
Nútíðar skúlin skal byggjast eftir nútíðarleisti, og tí krevst opinleiki, nýhugsan og árræði at bróta uppúr nýggjum.
Vit eiga, nú vit skriva 2012, at tora at hugsa nýtt, tora at hugsa skúla inn í eina nógv breiðari eind, har pláss er fyri aktiviteti allan sólarringin - eina eind sum liggur mitt í býnum, og tí fær gagn av tí sum miðbýurin hevur at bjóða, og miðbýurin fær gagn av tí sum hesin hevur at bjóða.
Andrea Heindriksdóttir