Sunday, June 3, 2012

Sunnudagskaka

Matur er eftirhondini allastaðni. Í sjónvarpssendingum og í bløðunum. Ein góðan bita aftur við øllum. Matbøkurnar selja best, og tað skulu vit bara siga mangatakk fyri. Tí kókibøkurnar geva summum forløgum møguleikan at geva út yrkingarsøvn og aðrar smalar bókmentir, sum ikki eru pakkaðar inn í sukur og smurdar við glitrandi olju. Allar bøkurnar sum ikki fita, men bara gera okkum klókari og tí ikki eru tær mest eftirspurdu.
Eg eri eisini ein av teimum, sum eigi fleiri kókibøkur enn yrkingarsøvn. Kanska ikki í tali, men í hvussu so er í hyllametrum. Tí kókibøkur plaga at vera eitt sindur reyputari enn yrkingarsøvn – í hvussu so er í vavi. Men eg frøist bara um, fleiri yrkingarsøvn vóru ongantíð givin út, um eg og onnur ikki høvdu mungað so illa eftir kókibókum.
Og fyri ikki at skilja okkum burtur frá øllum øðrum miðlum, so hava vit í dag eina uppskrift upp á eina deiliga sunnudagskøku.
Eg havi funnið uppskriftina á einum øðrum bloggi, sum eitur “Feasting on art” www.feastingonart.com.
Tað er ein kona úr Avstralia, sum skrivar og sum hevur sett sær fyri at endurskaba heimsins stóru listaverk í etiligum skapi.
Eg havi valt hennara Piet Mondrian kaku hendan sunnudagin. Hon minnir ikki sørt um okkara egnu so vældámdu “Grønakaku”. Køkan er gjørd út frá kenda verkinum “Composition No. 8” eftir Mondrian. Verkið hevur eyðkendar primerlitir og geometriskt strikuspæl og fekk stóran týdning fyri altjóða konstruktivismuna og abstraka list sum so.

250 g bleytt smør
1 dl sukur
1 tsk vaniljuekstrakt
1 tsk sitrónskal
4 stórir eyggjareyðar og 2 eggjahvítar
3 tsk bakipulvur
Ovnurin skal tendrast á 175 stig. Fyrst skal sukur og smør blandast, síðani eggini og so skal alt rørast saman við einum hondmiksara. Deiggið skal í ein rugbreyðsform og bakast í 50 minuttir.
Tá kakan er kólnað skal hon limast sundur og pettini skulu litast við fruktliti. Ansa væl eftir, at pettini ikki verða ov vát, lat pettini torna í einar 5-10 minuttir aftaná.
Síðani er at gera sjokulátaglasur, tí tað skal brúkast til at líma pettini samanaftur.
Síðani er at leggja køkupuslispælið – frá botninum. Køkan skal so í frystaran í 20 minuttir og so heldur hon sær í einar 2-3 dagar.