Wednesday, June 27, 2012

Tann illavorðni listamarknaðurin– ein youtubeferð 2

The Great Contemporary Art Bubble

Myndlistafólk liva ikki bert av almennum stuðli, sum summi annars elska at halda uppá. Teirra tilvera er eisini í stóran mun treytað av søluni av teirra list, og tí eru tey eisini bundin at marknaðarmekanismunum. Hesar marknaðarmekanismurnar verða stýrdar uttanlands av stóru auktionshúsunum og ovurríkum listasamlarum, sum keypa list í ófatiligum mongdum og sum eru við til at gera av hvørji listafólk blíva populer, og tí kunnu selja teirra list fyri púrasta órímiligar upphæddir


Summi listafólk vinna í hesum spælinum og summi eru við undirlutan og tað hevur ógvuliga sjálvdan nakað við góðskuna av listini at gera. Hetta kann sjálvandi elva til øvundsjúku millum listafólkini, men stóri trupulleikin er, at samlaradillurnar eisini ávirka listainnkeyp hjá listasøvnunum. Listasøvn hava ikki longur ráð til at vera við, tá teir stóru klassikararnir eru til sølu–Picasso, Van Gogh, Munch osfr. – men tey keypa enn samtíðarlist í ein vissan mun og okkurt týður uppá, at tey keypa tað sama sum samlararnir. Altso tað, sum er dýrt og ikki neyðturviliga tað, sum er gott. Summi okkara keypa list, tí vit kenna listafólkið, ella relatera persónliga í mun til myndevnið. Summi okkara keypa list eins og eina íløgu. Summi okkara fylgja bara streyminum og keypa tað, sum vit hava hoyrt er gott. Tað kann gera tað sama, men tað er ikki líka mikið hvussu listasøvn keypa inn.
Her heima hava vit enn ikki nátt astronomisku listaprísirnar, sum síggjast uttanlands, so vit fáa enn havt eitt sindur av yvirliti yvir støðuni. Men vit síggja allíkavæl eitt ávíst lyndi handan vegin. Sonevnda føroyalistin (bæði tann virkuliga góða og tann minni góða) er í høgum kursi hjá danskarum, sum standa fyri einum stórum parti av listakeypinum í Føroyum og sum fegnir vilja hava list, sum minnir tey um Føroyar. Hetta útihýsir í fyrsta umfari listafólk sum til dømis Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð, sum arbeiða á heilt annan hátt. Men spurningurin er hvørt tað ávirkar listakeypið hjá føroyingum, hvør fær pláss á framsýningum, í fjølmiðlum og í listabókum. Eg haldi ikki, at tað er so galið her heima enn, men eg haldi, at vit mugu vera varug við hvat ávirkar marknaðin. Tí havi eg verið ein túr á youtube og funnið nøkur klipp um ta stóru listabløðruna, sum eg sjálv haldi vera áhugaverd. Vit vísa nøkur í dag og komandi dagarnar.


(IS)