Matthew Collings: The art market judges what will sell, not what is the best quality
Myndlistafólk liva ikki bert av almennum stuðli, sum
summi annars elska at halda uppá. Teirra tilvera er eisini í stóran mun treytað
av søluni av teirra list, og tí eru tey eisini bundin at marknaðarmekanismunum.
Hesar marknaðarmekanismurnar verða stýrdar uttanlands av stóru auktionshúsunum
og ovurríkum listasamlarum, sum keypa list í ófatiligum mongdum og sum eru við
til at gera av hvørji listafólk blíva populer, og tí kunnu selja teirra list
fyri púrasta órímiligar upphæddir
Summi listafólk vinna í hesum spælinum og summi eru við undirlutan og tað hevur ógvuliga sjálvdan nakað við góðskuna av listini at gera. Hetta kann sjálvandi elva til øvundsjúku millum listafólkini, men stóri trupulleikin er, at samlaradillurnar eisini ávirka listainnkeyp hjá listasøvnunum. Listasøvn hava ikki longur ráð til at vera við, tá teir stóru klassikararnir eru til sølu– Picasso, Van Gogh, Munch osfr. – men tey keypa enn samtíðarlist í ein vissan mun og okkurt týður uppá, at tey keypa tað sama sum samlararnir. Altso tað, sum er dýrt og ikki neyðturviliga tað, sum er gott. Summi okkara keypa list, tí vit kenna listafólkið, ella relatera persónliga í mun til myndevnið. Summi okkara keypa list eins og eina íløgu. Summi okkara fylgja bara streyminum og keypa tað, sum vit hava hoyrt er gott. Tað kann gera tað sama, men tað er ikki líka mikið hvussu listasøvn keypa inn.
Her heima hava vit enn ikki nátt astronomisku
listaprísirnar, sum síggjast uttanlands, so vit fáa enn havt eitt sindur av
yvirliti yvir støðuni. Men vit síggja allíkavæl eitt ávíst lyndi handan vegin.
Sonevnda føroyalistin (bæði tann virkuliga góða og tann minni góða) er í høgum
kursi hjá danskarum, sum standa fyri einum stórum parti av listakeypinum í Føroyum
og sum fegnir vilja hava list, sum minnir tey um Føroyar. Hetta útihýsir í
fyrsta umfari listafólk sum til dømis Hansinu Iversen og Hanna Bjartalíð, sum
arbeiða á heilt annan hátt. Men spurningurin er hvørt tað ávirkar listakeypið
hjá føroyingum, hvør fær pláss á framsýningum, í fjølmiðlum og í listabókum. Eg
haldi ikki, at tað er so galið her heima enn, men eg haldi, at vit mugu vera
varug við hvat ávirkar marknaðin. Tí havi eg verið ein túr á youtube og funnið
nøkur klipp um ta stóru listabløðruna, sum eg sjálv haldi vera áhugaverd. Vit vísa nøkur í dag og komandi dagarnar.Summi listafólk vinna í hesum spælinum og summi eru við undirlutan og tað hevur ógvuliga sjálvdan nakað við góðskuna av listini at gera. Hetta kann sjálvandi elva til øvundsjúku millum listafólkini, men stóri trupulleikin er, at samlaradillurnar eisini ávirka listainnkeyp hjá listasøvnunum. Listasøvn hava ikki longur ráð til at vera við, tá teir stóru klassikararnir eru til sølu– Picasso, Van Gogh, Munch osfr. – men tey keypa enn samtíðarlist í ein vissan mun og okkurt týður uppá, at tey keypa tað sama sum samlararnir. Altso tað, sum er dýrt og ikki neyðturviliga tað, sum er gott. Summi okkara keypa list, tí vit kenna listafólkið, ella relatera persónliga í mun til myndevnið. Summi okkara keypa list eins og eina íløgu. Summi okkara fylgja bara streyminum og keypa tað, sum vit hava hoyrt er gott. Tað kann gera tað sama, men tað er ikki líka mikið hvussu listasøvn keypa inn.