Friday, June 22, 2012

Hanus Kamban sjeyti



Mánadagin 25. juni 2012 verður rithøvundurin og samfelagsrevsarin, Hanus Kamban sjeyti.

Tá ið Hanus Kamban í 1978 gav út fyrsta stuttsøgusavn sítt “Dóttir av Proteus” var hann longu langt síðani roknaður millum fremstu mentafólk okkara sum týðari,
 ummælari og viðmerkjari í bløðum og tíðarritum. Hesi seinastu tretivu árini eru fleiri stuttsøgusøvn komin frá hansara hond, umframt greinar, ritroyndir og týðingar og ikki at gloyma ævisøguna um J.H.O. Djurhuus. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í loftmiðlunum. Fyri sjónvarpið gjørdi hann tær minniligu heimildarsendingarnar um Áarstovubrøðurnar báðar, Janus og Hans Andrias. Fyri útvarpið gjørdi hann m.a. ta vælumtóktu sendirøðina um javnaldran vestanhavs Bob Dylan.

Í flestu stuttsøgum sínum fæst Hanus Kamban við samtíðarveruleikan, sosialsálarfrøðisligar trupulleikar. Viðhvørt hevur frásøgnin, eitt nú í seinasta savninum, “Gullgentuni” eitt furðukent lag við myrkum littónum, men yvirhøvur er stílurin royndskygdur, realistiskur, og Hanus dugir væl at lýsa vanlig fólk og gera lív teirra í gerandisdegnum viðkomandi fyri lesaran.

Hanus Kamban fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1980 og fyri fagrar bókmentir í 1986. Í 2004 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Tvær ferðir hevur hann verið tilnevndur til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Fyrru ferð í 2004 við søgusavninum “Pílagrímar” og seinnu ferð í 2012 við stuttsugusavninum “Gullgentan” Harumframt fær hann veiting fyri lívið frá Statens Kunstfond.

Umframt skriving hevur hann verið aktivur í samfelagnum. Millum annað var hann ritstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-1969. Í árini 1992-94 var hann formaður í Rithøvundafelag Føroya.

Rithøvundafelag Føroya skipar komandi sunnudag fyri einum hátíðarhaldi í sambandi við føðingardagin. Tiltakið verður í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð (Öströms fabrikk) og byrjar klokkan 16 og í hesum sambandi leggur føðingardagsbarnið fram eitt nýtt savn av týðingum.

Rithøvundafelag Føroya