.
Líggjas
í Bø: Linga og Mallus - Tvey merkisfólk av Skálatoftum.
Karolina
og Michael Malvinius hava fingið eina bók skrivaða um lív teirra.
Tað
má metast sjáldsamt, tí serlingar og vanlig fólk fáa sjáldan nakað fest á blað,
men fara oftast í gloymslunar hav. Søga teirra er tí ókend. Tú hevur hoyrt um
alt tað, sum Christian fjórði fekk av skafti og undrar teg yvir, at hann kundi
vera so prúður maður, tá hann arbeiddi so nógv. Øll hini, sum hava teknað,
grivið og bygt, eru ikki við í søguni. Tí er bókin, ið Líggjas í Bø hevur
skrivað um Lingu og Mallus, kærkomin. Bókin hevur fingið góð orð við á vegnum
frá Arnstein Niclasen, Andras Sólstein og Beatu L. Samuelsen. Har er nógv gott
sagt, og eisini frá onkrum, sum kundi verið øðrvísi.
Tá
tú lesur bókina út í eitt, eru nakrar uppafturtøkur, sum órógva. Hevði tú lisið
eitt petti um dagin, órógvaði tað ivaleyst ikki. Ein snaps um dagin, sum læknin
mælti til! Tað
liggur væl fyri hjá Líggjas at festa á blað; hann dugir við penninum. Tað vita
vit frá øðrum, hann hevur skrivað millum ár og dag. Nógv ár eru síðani hann kom
við yrkingarsavninum Til lívið. Sera hugaligt, at hann aftur kemur við eini
bók, og vónandi fáa vit meira frá hansara hond.
Fyri
meg er tað jú ein partur av lívinum, sum her verður sagt frá og tú minnist
afturá.
Lívið
hjá Lingu og Mallus var heim til Olaf á Stongunum, norð á Kósina og uppi á
Skálatoftum. Ein stimitúr út á Bumshamar og norð á Skálatoftir av og á. Tað var
teirra verð og tað var helst ivaleyst hjá teimum. Líggjas greiðir frá í bókini,
hvussu søgan bara vaks, tá hann byrjaði at skriva okkurt niður um Lingu og
Mallus - og heitt var á hann um at fáa út í bók. Aftaná hevur hann fingið manga
søguna afturat um tey. Ikki er tað ofta, at bók kemur út mitt á sumri. Heldur
plagar tað at vera til jóla. Men neyvan er nøkur metsøla í hesi bók. Tað eru jú
mong ár síðan tey fóru herfrá, og tað var í lokala umhvørvinum, tey vóru kend.
Annað enn peningaáhugi hevur drivið verkið. Tað kunnu vit fegnast um, og tí
hevur bókin uppaftur størri menniskjaligt virði. Hetta er áhugaverd søga og
okkurt so mikið dramatiskt, at kundi tað staðið í vikubløðunum. Hóast tú ikki
kendi fólkini, kanst tú fáa nógv burturúr teirra serstaka lívi. Tað veksur um
sjónarringin. Líggjas greiður opið - uttan dømandi peikifingur - frá lívi
teirra við virðing og ein góðan hátt!
Tað er hugvekjandi, at Líggjas hevur valt at geva eina bók
út um hesi fólkini. Hon snýr seg ikki einans um Mallus og Lingu, men fólkini
rundanum tey, sum hann eisini lýsir. Sera óvanligt at hesi koma í bók. Ikki tí,
Líggjas kundi sanniliga skrivað um tey, sum hava verið í fremstu røð, tí tey
kennir hann og hevur verið millum. Tí er tað sera áhugavert, at hann júst
heiðrar hesi fólkini. Gjørdi hann tað ikki, varð tað helst ikki gjørt. Tað skal
Líggjas hava takk fyri.
Jóin
Sigurðsson