Thursday, June 14, 2012

Endurtøkur - útgávureseptión



Leygardagin boðaði forlagið EKSIL frá útgávureseptión í sambandi við, at nýggja yrkingasavnið hjá Sissal Kampmann varð givið út. Tiltakið var hildið í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn og tað var væl eydnað frætta vit. Vit hava fingið nakrar myndir frá tiltakinum, sum vit seta inn her niðanfyri. Listin ynskir Sissal hjartaliga til lukku, vit føla, at vit eiga ein lítlan part í vidundrinum, tí savnið upprunaliga var skrivað til okkara jólakalendara. 

Tíðindaskriv: Leygardagin 09.06.12 kemur nýtt yrkingasavn eftir Sissal Kampmann út á forlagnum EKSIL. Yrkingasavnið, við heitinum, Endurtøkur, er næsta yrkingasavn høvundans. Fyrsta savnið, Ravnar á ljóðleysum flogi – yrkingar úr uppgongdini, kom í 2011. Endurtøkur leggur seg upp at fyrra savninum og viðger nøkur av somu evnum sum í Ravnar á ljóðleysum flogi. Formurin er tó ein annar, tí í nýggja savninum eru fleiri prosakendir tekstir enn í tí fyrra. Kápumyndina á Endurtøkum eigur Ludvík Breckmann, sum eisini gjørdi permuna til ravnasavnið. 


Vit gleða okkum at síggja bókina, meira um hetta seinni.

Sissal signerar


Mai Øvlisen




Marita Dalsgarð las upp tríggjar yrkingar úr nýggja savninum, m.a. hetta:


“Alt er í ringrás”, segði tú, og hugdi út gjøgnum
lítla vindeygað, sum vendi út móti gøtuni, nú tóm
fyri menniskjum og fyri djórum. “Ringrásir av tíð,
menniskjum, orðum, siðum, flóð og fjøru. Myrkri og ljósi.
Av árstíðum. Klingrur. - So sára einkult og líkatil.”
Tú vart maður.
Eg var kvinna.
Vit vóru menniskju.
Endurtøkur.
Tú, sum tosaði, vendi eyguni móti mær, sum sat við borðið
og eygleiddi teg. Hugdi at mær, sum um tú væntaði,
at eg uttan trupulleikar skilti alt tað, sum sveimaði
millum orðini og órógvaði og rykti í friðin í friðinum.
Eg hugsaði ikki annað, enn at tað var løgið, at alt, vit eru
inni í, hevur eygu, vit kunnu hyggja út ígjøgnum.
Ella inn ígjøgnum.
Einfaldir kassar við vindeygum og hurðum. Eygum og
munnum. Og alt kann lætast upp. Lætast aftur. Ávirka.
Ávirkast. Gjøgnumgongdir, gjóstur. Fet og frakkar. Tankar
og kenslur. Vatn. Hendur á húð. Hár. Setningar. Banalitetir.

(s.7 Endurtøkur)