Thursday, June 7, 2012

Mentanarnáttin - and the living is easy





Mentanarnáttina er tað lætt at vera listafjeppari, tí her er nógv í at velja. Tað er eisini lætt at vera listabloggaeigari, tí ein noyðist ikki at finna uppá og skriva okkurt gløgt, tað er bara at seta skránna á. Tað einasta vit hava gjørt, er at lita tað ljósareytt, sum hevur okkurt við list at gera.  

1900-2300 Amnesty International, Kongabrúgvin - Amnesty Kafé í mannarættindarúminum

1800-2300 Atlantic Airways, Bursatangi Høvi verður at síggja bjargingartyrluna hjá Atlantic Airways og ymsu útgerðina.

1700-2300 Bojsensgarður Gamli urtagarðurin aftan fyri H.N. Jacobsens Bókhandil er opin

2000 Bojsensgarður Kórið Glymur syngur

2200 Bragdið, TRYGD, Kongabrúgvin Bragdið skipar fyri náttarrenning. 4,5 km og 10,5 km. Byrjað og endað verður við TRYGD

1000-2000 Býarbókasavnið, N. Finsens gøta Listaframsýningin við myndprýðingum, ið kekkiska Renáta Fuˇcíková hevur gjørt til kinesisk fólkaævintýr og ævintýr eftir H. C. Andersen

2030 Dansarar, Gongugøtan Dansur í gongugøtuni

1900 Dr. Jakobsensgøta Havnar Ungdóms Hornorkestur spælir

2100 Ebenezer, Niels Finsens gøta Opið hús við sangløtu í stóra salinum

1600-2300 Enniway, Vágsbotnur Enniway bjóðar styttri túrar við seglbátinum

1845 Felagið Tórshavn, gongubólkurin, Argja kirkju Frá Argja kirkju í Havnar kirkju
1800-2300 Frelsunarherurin, Gongugøtan Rúsfríur dagur 2012

1800-2200 Fróðskaparsetur Føroya, Gongugøtan Kunnað verður um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands

1800-2300 Føroya Ellisakfør, Tórsgøta Ellisakførini møtast í Tórsgøtu og koyra í skipaðum raðfylgjum gjøgnum býin

1900 Føroya Ferðaleiðarafelag, Vaglið Gongutúrur við ferðaleiðara: Reynið og Tinganes. Byrjað verður við Kunningarstovuna

2000 Føroya Ferðaleiðarafelag, Kongaminnið Kongavitjanin 1874. Byrjað verður við Kongaminnið

1000-2000 Føroya Fornminnissavn, Brekkutún, Hoyvík Framsýningin er opin
1900-2100 Føroya Fornminnissavn, Hoyvíksgarður Framsýningin Heima á Garði í Hoyvík er opin. Kom og lurta eftir søgum í roykstovuni

1300-2100 Føroya Landsskjalasavn, V.U.Hammershaimbs gøta Kongsbókin og onnur gomul skjøl

1000-2100 Føroya Náttúrugripasavn, V.U.Hammershaimbs gøta Framsýningin er opin: Føroyskt djóra- og plantulív og føroysk jarðfrøði, umframt bókaútsøla

1700-2100 Føroya Sjósavn, Rættargøta 1, Argir Framsýningin er opin. Somuleiðis er framsýning av firvaldssavninum hjá Hans Eli Sivertsen
1800-2300 Gallerí 14, Áarvegur Framsýning/loppumarknaður

1700 Gamli kirkjugarður, Dr. Jakobsens gøta Óli Jacobsen vísir runt og greiðir frá
1900-2200 Gamli „Kjallarin“, Áarvegur Arbeiðsbólkurin „Nýggjur musikkskúli í Havn“ skipar fyri pallborðsfundi. Ein kaffimuður verður at fáa

1800 Gamli Kommunuskúlagarður Mentanarnáttin verður sett Joanna Johansen heldur setanarrøðuna og GHM spælir
1800-2300 Túnabóltur, Gamli Kommunuskúlagarðurin B36 skipar fyri túnabólti fyri FM- og steypavinnarar

1000-2200 Gróðurstøðin í Hoydølum Plantusølan er opin allan dagin

1800 Havnar Kirkja Dómkirkjan er opin
2100 Havnar Kirkja Sálmasangur og urguspæl. Nicolina á Kamarinum og Gudmund Mortensen

2200 Havnar Kirkja Føroya Klarinetorkestur v/Peder Riis-Jensen og Føroya Saxofonorkestur v/Christina Andersen
2300 Havnar Kirkja Kórið Tarira v/Sunleif Rasmussen

1800-2100 Havnar Róðrarfelag, Vágsbotnur Havnar Róðrarfelag verður 80 ár, í hesum sambandi verða bátarnir sýndir fram og høvi verður hjá fólki at rógva við
1900 H.N.Jacobsens Bókhandil, Vaglið Sangir úr sjónleikum

2100 Hornorkestur Frelsunarhersins, Gongugøtan Hornorkestur Frelsunarhersins spælir í gongugøtuni





1800 Íslendsk vitjan, Skálatrøð Íslendski kokkurin, Árni Þór Arnórsson, grillar uttanfyri hjá Østrøm. Á matskránni eru smakkiroyndir av grillaðum lambskjøti, marinerað sild og roykt sild
2100 Íslendsk vitjan, Müllers Pakkhús Kendi íslendski trubadururin Kristján Kristjánsson „KK“ spælir

1900-2100 Jarðfeingi, Brekkutún, Hoyvík Opið verður í kjallaranum, har høvi m.a. verður at síggja hvussu oljuleiting og royndarboring verða framd í undirgrundini
1400-2300 Katrina Christiansen, Bringsnagøta Handilin er opin

1800-2300 Kunningarstovan, Vaglið Vera Bjørgvin sýnir fram akrylfuglar og fiskar, dirvi, við upprunaligu føroysku bindimynstrunum – bundið í nýggjum litum. Hildur Hermansen sýnir fram brúkslist í keramikki
1800-2300 Kunningarstovan, Vaglið Jógvan S. Biskopstø sýnir fram vatnlitir

2000-2100 Landsstýrið, Tinganes Rundvísing í gomlu húsunum á Tinganesi. Í ár verður vitjað í Sjóbúðini, Vektarbúðini, Salinum og í Skansapakkhúsinum. Ókeypis. Avmarkað atgongd

1000-2300 Listafelag Føroya, SMS Listafelag Føroya sýnir fram á Torginum í SMS. Framsýning við verkum, felagið hevur keypt seinastu 5 árini
17.00-2200 Listagluggin, Dr. Jakobsens gøta 15 Framsýning við verkum eftir Ingálvi av Reyni, Hans Hansen, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Kára Svensson o.ø.

1100-2100 Listaskálin, Oman Viðarlund Várframsýningin letur upp kl. 17.00
1700-2200 Loppumarknaður, Gongugøtan Loppumarknaður

2000-0200 Margarinfabrikkin, M. Heinasonargøta Alment ungdómstiltak við kafé
2200 Margarinfabrikkin, M. Heinasonargøta Konsert við Frank og Frankarnir úr Klubb 188 og Ari, Bogi og Barbara úr Margarinfabrikkini

1800-2300 Mariu kirkjan, Varðagøta Mariu kirkjan er opin

1800-2300 Miðgarður, Tinghúsvøllurin Víkingatelt við sølulutum úr víkingatíðini

1800-2300 Norðlýsið, Vágsbotnur Opið skip og søla av fiskasúpan

2200-2400 Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur Summarframsýningin Laterna Magica letur upp kl. 22.00. Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn og Edward Fuglø sýna fram http://listinblog.blogspot.com/2012/06/summarframsyningin-2012.html
1900-2200 Odd Fellow, Grønlandsvegur 56 Loge F1-Ambólturin hevur opið hús

1400-0400 Pannukøkubúðin, Gongugøtan Pannukøkubúðin selur á gongugøtuni

2100 PolUng, Tinghúsgarðurin Umboð úr øllum sjey ungmannafeløgunum røða í Speakers Corner

2000 Posthúskjallarin, Tórsgøta Konsert við Føroya Klarinettorkestur og Føroya Saxofonorkestur

1800-2300 Rescue-LÍV, Bursatangi Bjargingabáturin Rescue-LÍV verður á Bursatanga. Høvi verður at koma umborð at síggja bátin ogbjargingarútgerð

1700 „Revurin við silkiturriklæðnum“ Sjónleikarhúsið Karavella Marionett-Teatur við Rakel Helmsdal sýnir fram seinastu sýning av dukkuleikinum “Revurin við silkiturriklæðnum”

1800-2300 Rib62, Vágsbotnur Rib62 bjóðar vælumtóktu 10 min. túrarnar við dundrandi musikki og fullari ferð

1800-2200 Ríkisumboðið, Laðabrekka Tann prýðiligi Amtmansgarðurin er opin

2000 Ríkisumboðið, Laðabrekka Havnar Ungdóms Hornorkestur spælir

1900 Reyði Krossur, Vágsbotnur Loppumarknaður

1800-2030 Sálarfrøðistovan, Tórsgøta Sálarfrøðingar greiða frá og svara spurningum, um tað tey arbeiða við, og tí gestirnir hava á hjarta. Møguleiki er eisini at luttaka í verkstovu við tí, ið tey vitjandi og sálarfrøðingarnir finna áhuga í.

1900-2300 Simme Musikkhús, L. Debesar gøta Livandi tónleikur

1600-2300 Smiðjan í Lítluvík, Skálatrøð/Bøgøta Marjun Heimá hevur framsýning um føroyska búnan

1900-2200 Steinprent, Skálatrøð Framsýning við listamanninum Torbirni Olsen. Framsýningin letur upp kl. 19    http://listinblog.blogspot.com/2012/06/ur-vik-til-romaborg-tur-retur.html

1900-2300 Thingsites Project, Munkastova Fornting í Norðurhøvum. Tinganes tá og í framtíðini

1400-2000 Tilhaldið, Tórsgøta Søluframsýning í kjallaranum: Myndir og binding, Alexandra og Fritz Johannesen

2200 Tinghúsgarðurin Havnar Hornorkestur spælir tónleik

2000 Tinghúsvøllurin „Eldra barnakór Musikkskúlans“ Joanna Johansen stjórnar. Agnar Lamhauge spælir undir

1800-2300 Tórshavnar Kvøldskúli, J.H.Schrøters gøta Søluframsýning og verkstaður

1800-2000 Tórshavnar Kommuna, Vaglið Ráðhúsið og Býráðssalurin eru opin

1800-2000 Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn, Tróndargøta Høvi verður at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu

1800-2300 Tórshavnar Sløkkilið, Bursatangi Tórshavnar Sløkkilið er á Bursatanga við ymiskum at síggja og at gera

1900-2200 Tryggingarfelag Føroya, Kongabrúgvin Sølutorg við føroyskum listafólkum

2000 og 2100 Tryggingarfelag Føroya, Kongabrúgvin „Ein listatúrur á Kongabrúnni“ við Kinnu Poulsen
http://listinblog.blogspot.com/2012/06/listabokautgava-mentanarnattini.html

2030 Tryggingarfelag Føroya, Kongabrúgvin Livandi tónleikur við Lív Næs og Tróndi Enni

1830og2000 TUTL, Glade Hjørn Spírar úr Musikkskúla Miðnám spæla á Káta Horninum

2200 TUTL, Glade Hjørn Limir úr Havnar Dansifelag kvøða

1700-2300 Virkni, Sjónleikarhúsið, komuhøllin Virkni sýnir fram partar av teirra arbeiði, m.a. vørurnar tey framleiða, massaguhættir og myndir av dagliga virkseminum. Eisini verður søla av fiskasúpan

1500-2300 Østrøm, Skálatrøð „Útlendingur“, framsýning við videoinstallatiónum, skulpturum og fotolist

2100 Østrøm, Skálatrøð Rútmiska kórið í Hoydølum

2200 Østrøm, Skálatrøð Livandi tónleikur við Reverb