Hann er altjóða viðurkendur listamaður og sýnir javnan fram í heimsins
frægastu søvnum og gallaríum. Hann er hartil kongligur listleverandør og millum
yndislistafólkini hjá danska krúnprinsaparinum. Síðsta hósdag fekk hann saman við
framsýningarstaðnum Skulpturi danska kritikaraprísin fyri framsýningina Kvinder
til salg, sum hann hevði á Arbeiðarasavninum í Keypmannahavn. Síðsta týsdag sat hann
eina løtu og fekk sær drekkamunn í køkinum í erva í Steinprenti á Skálatrøð, meðan hann fegnaðist um alt, hann hevði fingið burturúr sínari triðju
Føroyaferð.
Heili seks liðug prent hevur John Kørner fingið burturúr hesa vikuna hann hevur
arbeitt í Steinprenti við eini verkætlan, sum m.a. fevnir um eina stóra felags grafikkframsýning í Havn um tvey ár. Kørner er umráðandi partur av teirri listarligu
gulløldini, sum hevur fevnt danska list seinastu nógvu árini. Hóast hetta, tykist stóri, mildi listamaðurin alt annað enn uppgjørdur har hann situr stillisliga við tekrússinum og
greiðir frá.
John Kørner er ein av sera fáum listafólkum, sum hevur uppnátt at fáa ein serstakan lit
knýttan at sær. Hetta kemst av, at hann eina tíð málaði grundina í at kalla øllum
myndum gula. Tá hann var her seinast, var gula tíðarskeiðið í hæddini og øll
prentini, sum hann gjørdi tá, vóru gul. Hetta er til dømis galdandi fyri tær
frálíku postkortkendu lýsingarnar av Tindhólmi, Tinganesi og fólkum í føroyskum
klæðum, sum sameina kliché við poesi og humor. Men John Kørner er í grundini
sera álvarsligur maður, og tað er hansara list eisini vorðin.
John Kørner hevur arbeitt við ymiskum tøknum frá málarí til grafikk,
installatión, veggmálarí, skulptur og keramikk og ofta arbeiðir hann
konseptuelt við støði í onkrum ávísum evni. Hann hevur problematiserað sjálvt
listahugtakið við at taka listina út úr listaumhvørvinum, eins og hann umbroytir
listina til tað hann kallar trupulleikar og listasavnið broytir hann til fabrikk. Í 2007 kurateraði Brynhild
Næs Petersen Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum, sum fekk heitið [natúrligvís]
við denti á alternativa náttúruviðgerð, ið gav teimum luttakandi listafólkunum
stórt evnisligt rásarúm. John Kørner var við á framsýningini og nýtti tá høvið
at koma við einari viðmerking til ein føroyskan samfelagstrupulleika. Í hansara
hálvabstrakta, flótandi akrylmálningi hómast tvær at síggja til mannligar verur
í tøttum pardansi. Huglagið er lætt og vakurt, teir báðir menninir mussast og
boðskapurin um tað natúrliga í hesum samkynda kærleiksdansi tykist púra
ivaleysur.
John Kørner greiðir frá, at dansimyndin í grundini umboðar eina vend
í hansara list. – "Tað er hend ein stór broyting við mínari list síðan eg
var her seinast. Tá hevði eg eina mynd á framsýningini [natúrligvís] av tveimum
monnum, sum mussaðust og hetta var mítt
fyrsta politiska verk, sum tók støði í onkrum aktuellum, júst um tað mundið
varð ein samkyndur maður álopin her í Havn, og hendingin førdi saman við grein 266 b málinum til nógv kjak. Eg haldi, at føroyska hevdin við at avmynda náttúruna í
listini er áhugaverd og tí var tað eisini umráðandi fyri meg, at teir báðir
menninir høvdu føroyska náttúru sum bakgrund. Eg tók upplivingina aftur við
mær til arbeiðis og síðani havi eg arbeitt við fleiri aktuellum evnum. Ein
framsýning snúði seg um luttøkuna hjá Danmark í stríðnum í Afghanistan, tá
hevði eg fyri hvørt mist danskt hermannalív í Afghanistan málað eina mynd.
Síðani viðgjørdi eg evnið trafficking og nú eg aftur eri í Føroyum er tað
náttúrligt fyri meg at taka upp føroysk evni."
Listamaðurin heldur tað vera umráðandi fyri samtíðarlistafólk at taka støði
í staðnum, har tú ert staddur "Nú eg eri her í Havn hevði tað verið løgið
um myndevnið hjá mær var Vesturbrúgv ella russiska mafian...".
Myndevnisliga tykist John Kørner serliga hugtikin av grindadrápi. "Ja, eg má jú taka støði í her og nú og
tí havi eg roynt at tikið støði í tí veruleika, sum er her í Føroyum. Tað mest
dramatiska her haldi eg vera grindadráp, sum eg síggi sum eina kulminatión av reinari,
føroyskari náttúrumegi. Eitt drama, har tað sálarliga og likamliga rennur saman.
Grindadráp er tað ultimativa og tað óansæð um tað snýr seg um gamlar myndir
ella nútíðina, tað snýr seg um "man power", tær fysisku umstøðurnar og
psykologisku umstøðurnar." Eg spyrji um nøkur atfinning liggur goymd í
hvalamyndunum, og har er listamaðurin avgjørdur, tá hann svarar: "Nei, als
ikki. Um eg geri nakað politiskt relaterað, so brúki eg nógva tíð uppá
research. Viðvíkjandi teimum samkyndu monnunum var tað lætt hjá mær at taka
støðu til, eg havi samkyndar vinir osfr. Tað er nakað heilt annað við
grindadrápi, sum er fremmant fyri meg, men sum eg t.d. veit hevur søguligar
røtur...". Tað søguliga hevur sum heild alstóran áhuga og nakað av tí
allarfyrsta, John Kørner vitjaði í Føroyum, var Fornminnisavnið, har hann kom
fram á nakrar áhugaverdar fotomyndir. Hetta er triðju ferð, listamaðurin er í
Føroyum og hann heldur tað vera ómetaliga áhugavert at fylgja menningini frá tí
gamla sjóvinnusamfelagnum yvir í eitt meira modernað samfelag, sum tó framvegis
livir av fiskinum. John Kørner undrast stórliga á trafikkviðurskiftini í
høvuðstaðnum "Altso her eru heilt ekstremt fáir súkklarar og ekstremt
nógvir bilar, sjálvt um tað eru lutfalsliga stuttir teinar her í býnum. Bilar
eru allastaðni og allatíðina. Eg rokni við, at tit fara at brúka súkklur í størri
mun í framtíðini, at tann menningin fer at koma á sama hátt sum í London og í
øðrum býum...".
Ovarlaga í einum av nýggju steinprentunum trónar tornið á dómkirkjuni, sum
hugtekur listamannin, tí hann heldur tað bera frá restini. Tornið sær eitt
sindur suðureuropeiskt út, heldur John Kørner, ið eisini heldur tað vera áhugavert
at síggja hvussu tað religiøsa hevur sína plasering í samfelagnum. Samfelags-
og umhvørvissinnaði listamaðurin er fram um alt áhugaður í hvussu
einstaklingurin virkar í samfelagnum. "Í prentinum av einum manni, sum
stendur við øðrum fótinum á einum hvali royni eg at skapa úttrykk fyri hvussu
tað einstaka menniskja fremur sín leiklut í mun til samfelagið. Um tað so er
ein gøtusópari ella ein ríkmaður, so fremja teir báðir okkurt ávíst í mun til
samfelagið og hava ávísar dreymar um samfelagið. Tað ber ikki til at vera
neutralur..". Uppi yvir tí avmyndaða manninum síggja vit ymsar myndaliðir,
ein fugl, eina nakna kvinnu, hvalir og
havið, ymiskt, ið kanska ímynda hansara dreymar.
Tey nýggju prentini hava øll ein breiðan svartan kant, sum minnir um kantin á eini gamlari filmsrullu. John Kørner plagar at arbeiða
ógvuliga neyvt við innrammingini, so tað verður spennandi at síggja myndirnar
framsýndar. Tann eina av teimum stóru myndunum er serliga hugtakandi. Í
forgrundini síggja vit stórbæra føroyska náttúru við klettum og brimi, og
ovarlaga síggjast nøkur gomul, søgulig skip. Sentralt í myndarúminum er flaggið
á tí eina skipinum, tað er eitt vakurt og neyvt teknað dannebrogsflagg.
Politisku assosiatiónirnar eru sjálvsagdar, men av tí at flaggið er so lítið og
vakurt og landslagið so stórt og vakurt, er tað hinvegin einki sjálvsagt yvir boðskapinum.
Hetta sama er galdandi fyri øll tey nýggju prentini, allar hesar merkiliga
sveimandi myndirnar, sum gamaní kunnu vera etiskt vinklaðar, men har
estetikkurin av sonnum eisini hevur sítt at siga. Og nú er hugnaligi
drekkamunnurin komin at enda, Jan Andersson og Fríða Brekku eru liðug at
viðgera tann seinasta steinin á hesum sinni og biðja nú listamannin koma at
siga hvussu og hvat hann vil hava. Vit sleppa ikki at síggja tær stóru
myndirnar framsýndar fyrr enn í 2014, men tað kundi sæð út sum, at vit longu
kunnu byrja at gleða okkum.
Listamaðurin greiðir frá
Nakrir av litunum, hann brúkti
Eg siti við telduna, listamaðurin í bakgrundini
Ein vakur føroyskur bátur
Brim og bátar
Jan Andersson tók myndirnar og tøkk fái hann fyri tað.