Illsinnisglepsið í gjár her á blogginum um høvuðleysar broytingar í høvuðsstaðnum fekk eftir øllum at døma stóran áhuga millum fólk. http://listinblog.blogspot.com/2012/06/um-anonymisering-og-fremmandger-av.html Og eg haldi tað vera gleðiligt um gongd kemur á kjakið. Nicolina Højgaard skrivar í viðmerking á blogginum: "Eg og fleiri við mær, hava í fleiri mánaðir roynt at varpa ljós á hvat hendir í Skansabrekkuni. Býráðið sigur, at eingin lóg kann forbjóða privatum keypara at ríva niður hus og byggja upp aftur eftir egnum ynski. um tað bert er í tráð við byggisamtyktirnar. Men býráðið umhugsar at taka trupulleikan upp, sum stendst av, at tey gomlu húsini sum mynda býin nú bert hvørva.Eg føli, at man er so hjálparleysur, stendur bert úti á síðulinjuni og øsir seg. Eingin hoyrir og eingin lurtar. Apropos Vestara Bryggja. Eg haldi eisini, at býlingurin hevur kempi potentiali júst so sum hann stendur við rusti og blikki,samansettur mest sum av restum. Eigi nógv fet har úti. Pápi var arbeiðsformaður á Saltsøluni í 15 ár. Vit mugu seta okkara lít á tann nýggja Býararkitektin. Vóni at tað verður ein ið hevur "makt og kraft" og rættar brillur. Vestara bryggja má bara ikki "smukkiserast""
Ja, vónandi er Tórshavnar Kommuna so mikið at sær komin, at hon bíðar við broyta klædningin á Bacalao og Saltsøluni til frama fyri eitt nýtt snotiligt, men púra anonymt look, sum einki hevur við okkara bý at gera. Eg havi als einki ímóti nýggjari byggilist, sum dugnaligir arkitektar hava teknað, tvørturímóti, men her er talan um bygningar, sum frammanundan hava teirra individuella úttrykk og sum eiga at sleppa at varðveita tað. Tað nyttar okkum lítið at herma eftir øðrum, vit mugu halda fast í okkara egnu bjartlittu merkiligheit. Sum íblástur til víðari kjak seti eg inn eina mynd av byggiætlanini fyri Bacalao-økið og so havi eg sett eina mynd av Fisketorvet í Keypmannahavn sum dømi um snotiligan, men ópersónligan og vatndeyvan arkitektur.
Fiskatorgið í Keypmannahavn http://listinblog.blogspot.com/2010/11/listaliv-og-vinnuliv.html
Á Vestaru bryggju í Havn
Bacalao
Húsini hjá Hákuni Djurhuus eru tikin niður, á grundini har tey og tey reyðu postmeistarhúsini hava staðið, fer eftir ætlan ein nýggjur skrivstovubygningur at standa.