Yvirskriftin ber møguliga brá av, at undirritaða er farin eitt sindur ríkiliga
tíðliga í Ólavsøkumode, men so er ikki. Eitt lítið kjak stakk seg upp á
fjasibókini í gjár um ta fínu, nýggju reklamumyndina, sum Høgni Heinesen hevur gjørt fyri Skálkur
Man í SMS og sum stóð í Dimmalætting mikudagin. Kjakið snýr seg um hvørt myndin hevur
homoerotiskar undirtónar ella ikki, og kjakið er í sær sjálvum áhugavert dømi um
hvussu nógv samkyndleiki er farið at fylla í okkara tilvitan. Tað er frálíkt, at LGBT í alsamt størri mun megnar at gera vart við rættindi hjá samkyndum, sum
átti at verið sjálvsøgd. Uttan at hava nakað prógv,
so havi eg varhugan av, at tað eftirhondini er ein ógvuliga lítil minniluti, sum er ímóti
samkyndleika. Og hóast tað var eitt vónbrot herfyri at lesa, at
allir teir føroysku prestarnir eftir øllum at døma eru í móti samkyndum kirkjuvígslum, so var tað ikki skelkandi, og man ikki eisini hetta eisini fer at broytast lutfalsliga skjótt? Tað er jú soleiðis blivið í okkara fagra, globaliseraða heimi, at moderniteturin hevur rættiliga frítt spæl, eisini í
Føroyum og Harrin havi lov fyri tað. Nei, mítt ørindi við hesum bloggi er als ikki sexualmoralskt, men ber meira á estetiska bógvin og snýr seg um
rættin til at brúka ljósareytt.
Tá eg ein dagin var í keypsamtøkuni møtti eg einum vinmanni við einum barni í fanginum. Eg heilsaði: "Åh sum hasin er elskuligur" segði eg, og fekk upplýst, at talan var um eitt gentubarn. Eg vant meg upp at biðja um orsaka og at
jesa um hvussu dølsk og í egnum tonkum eg kundi vera ein tílíkan mikudag í
brúksini, men vinmaðurin breyt meg av og royndi at sissa meg við, at tey heima hjá sær ikki gingu so høgt uppí tað
kynsspesifikka, at lata gentuna í ljósareyð klæði osfr. - "so leingi sum tað nú fór
at bera til" legði hann aftrat. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, men havi
seinni sjálv fingið eitt dreingjabarn, sum nú forsakar alt ljósareytt sum er ljósareytt tað mest
andstyggiliga og beinleiðis vandamikla, hann kann koma í tankar um. Hansara klæði skulu helst vera blá.
-Aja hugsi eg við mær sjálvari, hatta er bara eitt stutt, barnsligt tíðarskeið, hatta fer at ganga yvir, men ger tað í grundini tað? Fyri nøkrum árum síðani fór David Beckham í eina ljósareyða húgvu og hetta varð saman við hansara hárbandi osfr. mett at vera úttrykk fyri eina nýggja mannfólkatýpu, sum verður nevnd: tann metrosexuelli maðurin. Spurningurin er nú um tann metrosexuella mannfólkatýpan er komin til Føroya ella um orsøkin er, at føroyskir menn eru farnir at gerast eitt sindur meira forfeingiligir, tað hevði forrestin ikki verið so galið...
Skálkur Man reklaman ímyndar tveir væl klæddar menn. Tann eini, sum er handilsleiðarin,
er við at binda slipsið hjá einum kunda (?) og báðir hyggja teir út úr myndini,
handilsleiðarin við skálkabrosi, meðan kundin, ein ljóshærdur ungur maður ikki
sær út til at líða tað minsta undir teirri annars í Føroyum rættiliga effektivu jantelógini.
-"Ja, eg eri lekkur" sær hann út til at hugsa játtandi, og tað gera samkyndir menn jú alla somlu tíðina, ella gera teir tað? Niður yvir teir báðar menninar oysir eitt æl av konfetti
og tað er ljósareytt, og verður sjálvsagt tulkað sum endaligt prógv um samkynda
boðskapin í myndini. Og tað er altso hetta, sum tykist mær løgið, at ein litur í so stóran
mun skal blíva við at vera kynsspesifikkur. Hugsanin tykist vera tann, at ljósareytt er
gentulitur í so stóran mun, at tú skalt vera kventrasligur maður fyri at dáma
hann. Í hesi hugsan eru jú inntil fleiri ørkymlandi foreinklingar og fordómar, ið ikki samsvara
við eini nuanseraðari veruleikafatan. Eg kenni í hvussu so er upp til fleiri alfahannar, sum
elska ljósareytt, summir eru sam- og aðrir hinskyndir. Tað, teir hava til felags er,
at teir eru estetikarar, eisini í mátanum teir lata seg í. Fordómar eru
eisini innlimaðir í sjálvum málinum, tí slært tú orðið
"laps" upp í donsk-føroysku orðabókini, er "pyntidukka", sum jú er ein feminin vera, eitt av uppskotunum.
Eg síggi nú, at LGBT hevur sett Skálkur Man reklamuna á facebook og lat meg bara viðganga, at eg sjálv fór at hugsa um samkyndleika og Gay Pride 28.juli, tá
eg sá myndina hjá Høgna Heinesen í Dimmu, men hetta er ikki minst kompositiónini
fyri at takka. Tí teir báðir menninir tykjast mynda eitt samanhangandi skap, sum líkist umhvarvinum av einum ordiliga fittum, skeivt teknaðum dreingjahjarta. Hurrá fyri øllum dreingjahjørtum
og pyntidukkum m/k, síggjast til pride!