Saturday, June 2, 2012

Cave + Woyzeck




Mánadagin kunnu við gleðast um, at sjónleikabólkurin Det ferösche Compagnie framførir Woyzeck á Tjóðpallinum. http://listinblog.blogspot.com/2012/05/tiindaskriv-vlkomin-til-eina.html
Georg Büchner hevur skrivað Woyzeck, tó náddi Büchner ikki at skriva leikin lidnan áðrenn hann doyði í 1837.
Ti hava fleiri rithøvundar og dramatikarar síðani skrivað leikin lidnan. Leikurin er bygdur á søgu um hárlíkisgeran og hermannin Johann Christian Woyzeck, som í svartsjúku myrðir sína elskaðu.

Leikurin er framførdur óteljandi ferðir, eitt nú í íslendskari uppseting, har Nick Cave skrivaði tónleik til. Og júst hesin tónleikurin hóskar sera væl til vikuskiftið, meðan vit bíða eftir frumframførsluni mánadagin.