Monday, June 18, 2012

Sælur sunnudagur á Sandi



Listasavnið á Sandi helt ein serstakliga vakran seks ára føðingardag sunnudagin, sum umframt lekra lagkøku og góða list eisini veitti okkum fantastiskar, gandakendar løtur.

Beint nú kann eg ikki ímynda mær nakað, sum er meira gandakent og fantastiskt enn at vera á Sandi og lurta meðan Michala Petri spælir, tí tað er so ómetaliga fjølbroytt og ríkt og røkkur bæði óendaliga langt út og óendaliga langt inn. Mær dámar illa at fara yvir í leykmetaforar, men talan er altso um lag eftir lag, sum lata seg upp og avdúka nýggj løg og aftur nýggj løg og um eina dýpd, ein hvassleika, ein skroypileika og eitt broyskni, eg væl dugi at hoyra, ljóðar næstan sum leykur, men tað var so nógvar ferðir betur.



Poesiin var eisini fullgjørd hendan sunnudagin á Sandi. Tí vit lurtaðu eftir Carl Jóhan Jensen og Vilhelminu Larsen, ið bóru fram nýskjaldur og skaldur. Kraftagóða, mektiga framførslan hjá Carl Jóhan og fína, rørandi framførslan hjá Vilhelminu hóskaðu so ótrúliga væl saman, at tey áttu at turnera landið runt við tí. Umframt, at munurin millum tey bæði aldi fram eitt serligt kensluborið og spent huglag var tað eisini eins og Vilhelmina á ein hátt ávirkaði Carl Jóhan, sum í síni framførslu sang meira enn eg nakrantíð havi hoyrt hann sungið. Tað var frágerðargott og tað vóru tekstirnir so sanniliga eisini. Men eg fari ikki at siga eitt orð um teir, tí teir verða ikki almannakunngjørdir fyri øðrum enn okkum til staðar sunnudagin á Sandi, fyrr enn á ólavsøku á Doktaragrund. Eg kann bara takkatakka takkatakka takkatakka takk.






Og so skuldi Ragnar Olsen spæla, og tað hoyrdi eg ikki, tí eg skuldi heim og aftaná var borgarafundur, sum eg heldur ikki tók lut í, men eg havi allíkavæl hug at rósa tiltakinum. Tí hvussu ofta kjakast vit í grundini um, hvat vit vilja við okkara mentanarstovnum? Vit tosa so nógv um byggjarí og uppíbyggingar, at vit ofta gloyma hvat vit vilja við hesum stovnum, hvønn leiklut teir skulu hava í samfelagnum og hvørjar tankar vit sum borgarar hava til teir. Tað er greitt, at tann sera fína samlingin, tey hava á Sandi er ein fantastisk gáva fyri oynna og fyri øll okkum onnur, men tað er somuleiðis greitt, at hon hevur sínar avmarkingar. Ein so lutfalsliga lítil permanent samling hevur avmarkaða atdráttarmegi m.a. av tí, at tey, sum hava sæð hana einaferð kanska halda seg hava sæð hana til fulnar. Men fær savnið til vega 1,7 milliónir krónur kunnu tey gera húsini, sum hoyra til savnið, í stand og so er møguleiki fyri at hava listafólkaíbúðir, atelier, workshops, undirvísing, skiftandi framsýningar, skeið, symposiir ella hvat man nú kann ímynda sær. Hurrá fyri, at savnsleiðslan og nevndin dregur borgararnar við í kjakið.


Takkatakka takkatakka takkatakka takk.


(IS)