Saturday, June 9, 2012

Torbjørn Olsen Vík - Rom



Í sambandi við Mentanarnáttina lótu fleiri listaframsýningar upp í gjár. Her eru myndir frá upplatingini  í Steinprenti, har framsýning við vatnlitamyndum hjá Torbirni Olsen læt upp, sum verður at síggja inntil 21.juli. Torbjørn Olsen kenna vit sum framúrskarandi kolorist og kolorisman fornoktar seg ikki í hesum nýggju myndunum. Serliga í myndunum úr Rom gløða litirnir í okkergulum húsafasadum í bláviolettari skýming. Fantastiska bygningsverkið, gudanna Pantheon sær næstan út sum er tað farið á flog. Har er í øllum førum ferð yvir lýsingini við teimum frískligu ljósagulu og reyðu rípunum á ljósabláari grund. Torbjørn Olsen hevur á sama hátt sum hin stóri koloristurin í føroyskari myndlist, Ruth Smith, tørv á at hava myndevnið framman fyri sær, tá hann arbeiðir, og tí teknar hann nógv. Hann málar eisini ofta við vatnlitum, ikki minst tá hann ferðast, vatnlitir eru á so mangan hátt betri egnaðir til ferðing, t.d. torna akvarellir skjótari enn oljumálningar. Men vatnlitatøknið er sum kunnugt eisini heilt øðrvísi av lyndi samanborið við tað drúgvara og meira umstendiliga oljumálaríið. Vit vatnlitum fangar Torbjørn Olsen ljós og litir lætt, spontant og artistiskt, og fyri mær eru tær bestu myndirnar á hesi framsýningini eisini tær einfaldastu. Myndir, sum næstan eru heilt abstraktar og sum við nøkrum fáum strokum og litum mana fram vónríka angan av vári. Tað tekur kanska nøkur sekund av vitskuvíðkandi litnjóting, meðan eygað leitar og greinar, men so verða boðini í skundi send til heilan, at skapið, sum sæst niðarlaga á myndini miðskeiðis til vinstru er ein áttahyrnt kirkja. Hervið eru vit myndevnisliga komin heim til Haldórsvíkar, og fjarari frá Rom kunnu vit neyvan koma. Og tó! Í bók síni um tær eldru hválvkirkjurnar í Føroyum skrivar J.P.Gregoriussen, at Carl Vilhelm Prytz, sum í 19.øld var sóknarprestur í Norðstreymi, var íðin slóðari og undangongumaður at fáa kirkju til Haldórsvíkar. So mikið íðin, at hann longu í 1854 hevur gjørt tekning til kirkjuna, har hann hevur nýtt kirkjuna á Frederiksberg sum fyrimynd. Tann kirkjan er ein áttahyrnt barokkirkja og við barokkinum eru vit jú aftur í gomlu mentanarháborgini í Rómaborg, sum eftir øllum at døma hevur verið Torbirni Olsen serstakliga ríkt og livandi myndahøvi, har ikki bara fornaldarmonumentini eru áhugaverd myndevni. Sjálvandi lýsir Torbjørn Olsen eisini fólkini í Rom í fínum, fjálgum huglagsmyndum og ein Vespa er eisini sloppin upp í part... 


Í Listasavninum læt framsýningin Summargluggin upp og í Norðurlandahúsinum er Laterna Magica. Meira um hesar seinni.