Art is business
Myndlistafólk liva ikki bert av almennum stuðli, sum summi annars elska at halda uppá. Teirra tilvera er eisini í stóran mun treytað av søluni av teirra list, og tí eru tey eisini bundin at marknaðarmekanismunum. Hesar marknaðarmekanismurnar verða stýrdar uttanlands av stóru auktionshúsunum og ovurríkum listasamlarum, sum keypa list í ófatiligum mongdum og sum eru við til at gera av hvørji listafólk blíva populer, og tí kunnu selja teirra list fyri púrasta órímiligar upphæddir
Summi listafólk vinna í hesum spælinum og summi eru við undirlutan og tað hevur ógvuliga sjálvdan nakað við góðskuna av listini at gera. Hetta kann sjálvandi elva til øvundsjúku millum listafólkini, men stóri trupulleikin er, at samlaradillurnar eisini ávirka listainnkeyp hjá listasøvnunum. Listasøvn hava ikki longur ráð til at vera við, tá teir stóru klassikararnir eru til sølu– Picasso, Van Gogh, Munch osfr. – men tey keypa enn samtíðarlist í ein vissan mun og okkurt týður uppá, at tey keypa tað sama sum samlararnir. Altso tað, sum er dýrt og ikki neyðturviliga tað, sum er gott. Summi okkara keypa list, tí vit kenna listafólkið, ella relatera persónliga í mun til myndevnið. Summi okkara keypa list eins og eina íløgu. Summi okkara fylgja bara streyminum og keypa tað, sum vit hava hoyrt er gott. Tað kann gera tað sama, men tað er ikki líka mikið hvussu listasøvn keypa inn.