Tuesday, May 24, 2011

Góða nýggheitin og tann ringa

Tingið er farið í summarfrí og tað er Mentanarnevnd Løgtingsins eisini. Tann góða nýggjheitin er at uppmøtingin er blivin betri. Tað er enn ikki eydnast at samla alla Mentanarnevndina, men har fráveruprosentið sá soleiðis út áðrenn jólaferiuna:

Magni Laksáfoss, formaður: 0%
Jógvan á Lakjuni, næstformaður: 37,5 %
Limur fyri fólkaflokkurin: Óli Breckmann/Rodmundur Nielsen/Annika Olsen: 50 %
Eyðgunn Samuelsen: 12,5 %
Marjus Dam: 62,5 %
Sjúrður Skaale: 25 %
Kari á Rógvi: 37,5%

Sær fráveruprosentið fyri alt tingárið soleiðis út:

Magni Laksáfoss, formaður: 6%
Jógvan á Lakjuni, næstformaður: 18 %
Limur fyri fólkaflokkurin: Óli Breckmann/Rodmundur Nielsen/Annika Olsen: 41 %
Eyðgunn Samuelsen: 12 %
Marjus Dam: 47 %
Sjúrður Skaale: 18 %
Kari á Rógvi: 24%


Frávera í sambandi við farloyvi og frávera har varalimur hevur verið til staðar er ikki tald uppí.

Men hvat hava tey fingið burturúr mentanarliga á teimum 17 fundunum, tey hava havt. Ja hetta er tann ringa nýggjheitin. Vit skulu heilt fram til fund nummmar 14 áðrenn vit koma til tað fyrsta og tað einasta málið á dagsskránni, sum hevur við mentan at gera, nemliga Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar og listafólk.

Uppskotið var fra Tórbirni Jacobsen og ljóðar: “Løgtingið heitir á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið, har tað verður skipað soleiðis fyri, at føroyskir rithøvundar og listafólk annars, samsvarandi eini kvalifiseraðari dygdarmeting fáa samsýningarrætt frá teimum almennu Føroyum”. Sjálvandi! Tórbjørn Jacobsen hevði harumframt fleiri fínar viðmerkingar, sum eru at lesa her: http://listinblog.blogspot.com/2011/03/samsyningar-til-rithvundar-og-listafolk.html

Mentanarnevnd Løgtingsins kom eftir at hava viðgjørt uppskotið og innkallað ein persón, Helenu Dam á Neystabø, fram til hetta áliti, har tey býttu seg upp í ein meiriluta og ein minniluta.


”Meirilutin (Magni Laksáfoss, Jógvan á Lakjuni, Eyðgunn Samuelsen og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskotinum. Meirilutin vísir á, at nevndin viðgjørdi einsljóðandi mál í løgtingsmáli nr. 123/2008, tá nevndin mælti Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, av tí at landsstýrið arbeiddi við málinum. Í sambandi við viðgerðina av hesum málinum hevur landsstýriskvinnan greitt frá, at hon arbeiðir við innan stutta tíð at leggja eitt aðalorðaskifti fyri Løgtingið um málið. Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum og fer at mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Ein minniluti (Sjúrður Skaale, Kári á Rógvi og Annika Olsen) tekur undir við uppskotinum. Neyðugt er, at føroyskir høvundar og listafólk fáa viðurlag fyri sítt stríð, tá ið verk teirra í dygd og rúgvu eru vorðin týðandi. Minnilutin heldur, at vantandi játtan og ikki minst vantandi lógarkarmar gera, at færri týðandi verk og færri týðandi listafólk megna at menna samleika, mál og mentan okkara. Mong royna veingir sínar, men tey mugu sessast aftur, áðrenn tey rættiliga fáa flogið, og tey náa ikki at øllum sínum listarliga tilfeingi, tí lønararbeiði av handahógvi verður lagnan heldur enn áhaldandi skapan og nýbrot. Vit mugu menna og tryggja høvundar, so væl nýskrivandi sum týðandi, vit mugu tryggja listafólk í ymsum greinum, so tey, tá ið tey hava fingið flogið, áhaldandi kunnu søkja móti hæddum og dýpdum og vinna máli og mentan nýggjar leiðir, hevdir og fatanir. Minnilutin heldur, at partur av hesum tiltøkum, umframt tey í uppskotinum nevndu, eiga at vera yvirtøka av málsøkinum ídnaðarhugverksrætti (nr. 8 í yvirtøkulógini), hvørs lóggáva ikki veitir listafólki okkara nóg góðar sømdir, men má yvirtakast, dagførast, tillagast og skipast at náa málunum um samsýningarrætt ikki bert frá tí almenna, men frá teimum, ið hava vinning av listarverkum.”

Tað var so tað. Uppskotið fall 5. mai uttan orðaskifti. Hergeir Nielsen, Sjúrður Skaale, Bergtóra H. Joensen, Bjørt Samuelsen, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Annika Olsen, Tórbjørn Jacobsen og Poul Michelsen atkvøddu fyri. Magni Laksáfoss, Edmund Joensen, Helgi Abrahamsen, Bjørn Kalsø, Alfred Olsen, Edva Jacobsen, Bjarni Djurholm, Jákup Mikkelsen, Jógvan á Lakjuni, Jørgin Niclasen, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard, Eyðgunn Samuelsen, Hans Pauli Strøm, Gerhard Lognberg og Mikkjal Sørensen atkvøddu ímóti og hví gjørdu tey tað?

Fyri summi var orsøkin helst av vanligari smáligheit yvir fyri listini. Fyri nógv var tað ein partur av einum politiskum spæli, men fyri onnur hevur tað helst okkurt at gera við tað, sum meirilutin í Mentanarnevndini skrivau í teirra áliti. Tað, at tey longu eina ferð, í 2008, hava avvíst eitt líknandi uppskot, tí tað verður arbeitt uppá eina loysn í mentamálaráðnum og at landstýriskvinnan nú hevur vissað tey um, at tey skjótt hava arbeitt seg fram til okkurt.

Mín spurningur til tey, sum atkvøddu nei av hesi orsøk má vera: Hvar fáa til álitið frá? Tit hava avvíst uppskotið í 2008, tí MMR lovaði at finna eina loysn og nú atkvøða tit nei, tí MMR lovar at finna eina loysn.

Vit hava eina Mentanarnevnd, sum uppá eitt heilt ár hevur viðgjørt eitt eittans uppskot, sum kundi komið listini og mentanini til góðar og hetta uppskotið lata tey falla við 2.viðgerð. Uttan orðaskifti. Harumframt tykist teirra áhugi fyri mentanarøkinum ikki stórur fyri nú at siga tað pent, um metast skal eftir teirra uppmøting til fundirnar. Vit hava eitt Mentamálaráð, sum ikki kemur fram til loysnir fyri okkara listafólk og okkara mentanarlív, sum ikki lurtar eftir fakkunnleikanum og sum, um møguligt, sýnir enn minni áhuga fyri listini enn mentanarnevndin.

Umberingarnar eru nógvar, vit kenna tær so væl. Men hetta er heilt einfalt ikki nóg gott. Serliga ikki nú, fíggjarnevndin hevur megnað at fingið verkætlanina SALT í gjøgnum og vit síggja, at tað ber til at fáa politiska undirtøku til stórar og dýrar mentanaríløgur - bara ikki gjøgnum Mentamálaráðið ella Mentanarnevndina.

Kanska áttu vit at umhugsa at flutt mentanin úr Mentamálaráðnum og Mentanarnevndini, tí tey hava nóg mikið at gera við øllum skúlaspurningunum. Um ikki okkurt hendir, so vikna vit - ikki bara mentanliga og listaliga - men eisini intellektuelt, sosialt og fíggjarliga.

(IS)