Wednesday, May 25, 2011

Signað ver tú sæla stund

Blómumynd: Fríða Matras Brekku



Við várkonsertini "Signað ver tú sæla stund", fer kórið Tarira at fagna góðu, ljósu tíðini, tá náttúran aftur spennir seg út í øllum sínum lívsjáttandi vakurleika. Framførslurnar í ávikavíst Müllers Pakkhúsi í Havn og Gøtu Kirkju fevna um bæði verðsligan og sakralan tónleik, kendar sum ókendar tónar. Konsertheitið er ein sera kend regla frá yrkingini hjá Símuni av Skarði "Vár við lýggjum vindi", sum Waagstein setti lag til og sum Sunleif Rasmussen nú hevur lagt til rættis av nýggjum. Sunleif stjórnar kórinum eins og hann hevur gjørt, síðan kórið Tarira varð stovnað fyri níggju árum síðani. Og tað verður meira av náttúruromantikki á skránni, bæði í eydnuríkum og góðvarnum líki við orðum hjá m.a. Christiani Matras og T.N.Djurhuus og tónum hjá eitt nú Knúti Olsen og Edvardi Grieg og í heldur ófrættakendari líki hjá danska yrkjaranum Johannes Jørgensen við sorgblíðu tónunum hjá Carl Nielsen afturvið. Høvið verður at hoyra huglagsmettaðu kompositiónirnar "Morning Star" og "The Deers Cry" hjá estiska tónaskaldinum Aarvo Pärt, sum kórið vandi burturav til framførslur fyrr í ár. Hjartanemandi vakra, heldur dapra verkið "Exhortation and Kohima" (2003) hjá John Tavener er skrivað til minnis um tey, sum eru deyð av krígsáðum. Exhortation merkir áminning og Kohima er ein býur í India, har harðir stríðstilburðir vóru í sambandi við annan veraldarbardaga. Verkið er minnir í huglagi eitt sindur um verkini hjá Aarvo Pärt. Huglagið er somuleiðis eitt sindur mystiskt í verkinum "Island Music" hjá Stephen Wilkinson, sum kórið fer at frumframføra. Á konsertini verða fleiri kvartettir umframt solosangur at hoyra saman við kórinum og saman við gittarafylgispæli hjá Ólavi Jacobsen. Hóast tað kensluborna er afturvendandi á hesi konsertini, verða okkara áhoyrarar helst bilsnir av, at síggja gamla írska sangin Danny Boy á skránni. Konsertirnar verða ávikavíst í Müllers pakkhúsi leygardagin 28. mai kl.19.00 og Gøtu kirkju sunnudagin 29. mai kl.16.00.