Monday, May 2, 2011

Lyftið um 18 milliónir til Saltsilo er trygt



kelda:  www.samband.fo

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, vísir í tíðindaskrivi aftur, at Fólkatingins lyftið um fíggjarligan stuðul til Saltsiloina á Tvøroyri, er ivasamt, soleiðis sum Dimmalætting rør fram undir í grein í blaðnum.

Hervið verður staðiliga vístur aftur tann ivi, sum Dimmalætting sáar um lyftið frá donsku stjórnini um fíggjarligan stuðul til Saltsilo-verkætlanina

Dimmalætting prentar í dag eina grein, har ivi verður sáddur um, hvørt danska stjórnin veruliga hevur givið lyfti um at játta grunninum aftan fyri Saltsilo-verkætlanini 18 mió. kr.

Í greinini, sum eina og aleina fokuserar á orðklúgvarí, setur Dimmalætting spurnartekin við, um danska stjórnin við fíggjarmálaráðharranum Claus Hjort Petersen á odda veruliga er sinnaður at lata tær 18 mió. kr.

Hetta skal eg staðiliga vísa aftur.

Undirritaði hevur fingið hondfast lyfti frá fíggjarmálaráðharranum um, at tær 18 mió. kr. verða latnar Saltsilogrunninum, so skjótt Mærsk-grunnurin hevur játtað sín part, og Løgtingið hevur játtað sín part. Mærsk-grunnurin hevur sum kunnugt avgreitt sín part.

Hetta lyftið er givið, og eitt slíkt lyfti heldur.

Peningurin frá donsku stjórnini verður í stuttum útloystur á tann hátt, at tá treytirnar um játtan frá Løgtinginum og Mærsk-grunninum eru loknar, letur danska fíggjarmálaráðið fíggjarnevnd Fólkatingsins eitt sonevnt ”aktstykke”. Fíggjarnevndin játtar formliga og avgreiðir málið. Síðani verða pengarnir goldnir Saltsilogrunninum.

Tað einasta, sum kann koma í vegin fyri játtanini úr Danmark, er, um Løgtingið ikki játtar sín part, ella um fólkatingsval verður útskrivað, áðrenn Løgtingið hevur játtað sín part.

Bólturin liggur hjá Føroya Løgtingið. Onga aðrastaðni.
  
Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin