At tíðin ongantíð stendur still og ei heldur bíðar eftir nøkrum plagar at vera ein nokkso haldgóð sannroynd. Men nú kunnu vit fyri ætt vinum og listabloggalesarum kunngera, at jú, hon bíðar faktist... eftir Summarfestivalinum. Í øllum førum hevur festivalurin í Klaksvík lyndið til minna um "The land that time forgot", tá tað nú við fagnaðarrópi verður kunngjørt, at countrylegendan vitjar heim á klettarnar, sjálvur Hann, ið sang tiltiknu orðini "I wanna go home", hin 76 ára gamli Bobby Bare, sum sambært greinastubbanum á portalinum er væl fyri, hóast hann er komin upp í árini.
–Skeeter Davies og Bobby Bare. Bert nøvnini í sær sjálvum fungera sum ein djúpur mentalur tíðarlummi. Eg verði sogin aftur í onkran døguratíma í sjeytiárunum, tá allur heimurin luktaði av garnatálg, meðan eg eina stokkuta, men glæsiliga stund kundi njóta friðin heima, áðrenn farið var oman til gerandissadismuna og -terrorin í barnaskúlanum á Frúutrøð. Hesa løtuna í lítla, bláa køkinum á Lützenstrøð sungu tey bæði, Skeeter Davies og Bobby Bare teirra ønskriliga sang om henda ólukku John, sum tað var so synd í, tí at hon, altso sangarindan við margháttliga navninum, altso Skeeter fór at gifta seg við onkrum øðrum enn honum og altso ikki John, sum tessvegna sjálvandi mundi vera grúviliga keddur, tá hann fekk sítt Dear John bræv.
Eg var ikki serliga gomul, tá sangurin fyrikom mær óúthaldiliga klichékendur. Sentimentalt grenj, framført við drynjutari patos. Men eg skilti eisini skjótt, at tey í útvarpinum ikki vóru samd við mær í , tí har niðri á Bryggjubakka lá plátan við Skeeter Davies og Bobby Bare á plátuspælaranum í nógv, nógv harrans ár. Nú hevur verið friður av teimum eina tíð og eg sakni tey ikki. Tí verði eg neyvan við í tí útvalda flokki, sum leitar sær á Summarfestivalin í summar. Eg eri heilt einfalt av teirri sannføring, at nútíðin er túsund ferð betri enn fortíðin og eg havi tessvegna ongan tørv at halda fast í tí, sum farið er. Frúutrøðskúlin er í dag eitt betri stað, umbroyttur sum hann er til musikkskúla og so vítt eg veit verða børnini væl viðfarin við vanligari humanari virðing og tað er gott. Útvarpið ella kringvarpið er eisini nógv frægari í dag og til ber harumframt umvegis internet at hoyra øll møgulig onnur útvørp kring heimin, sum viðgera og varpa út nútíðarmentan hvønn tann einasta dag. Sum heild er alt betri í dag enn tað var fyrr. Tað haldi eg, men eg eri samstundis fullgreið yvir, at tey eru mong, ið als einki hava í móti at kava niður í tann tíðarlumman, sum Summarfestivalurin bjóðar hesa løtuna, tá Bobby Bare fer at syngja. Sambært heimasíðuni hjá Summarfestivalinum var Norðoya Kunningarstova kimað niður av fólki í dag, sum eftir at hava hoyrt um Bobby Bare, ynsktu at keypa atgongumerki til festivalin. Og so kann tað gera fullkomiliga tað sama hvat undirritaða heldur um Bobby Bare og afturlítandi lyndið á Summarfestivalinum. Teirra smíl á veg í bankan er ivaleyst breiðari enn mítt.
http://planet.portal.fo/?lg=82453
(KP)