Á ráðstevnuni "Millum Kongaminnið og kitsch" í Norðurlandahúsinum fríggjadagin var nógv skilagott og áhugavert sagt um listina í almenna rúminum. Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini í Tórshavnar Kommunu greiddi frá um arbeiði hjá listabólkinum http://www.jogvanarge.com/stories.php?story=11%2F04%2F30%2F6711072. Men ikki verða øll innkeyp hjá kommununi mett av listabólkinum. Nýggjastu standmyndirnar í Havn eru keyptar inn av politikarunum sjálvum. Ole Wich hevur søkt innlit í hvat hesar standmyndir hava kostað og hevur latið okkum sæð úrslitið.
Veðrur: kr. 100 000
Kvinna vaskar fisk: kr. 300 000
Uppdrift: kr. 50 000
Nú eru pengar yvirhøvur ikki alt og man kann skjótt gerast ov gírigur, tá tað kemur til list, men tað er vert at hugsa um, at man kundi fingið veruliga nógva góða list fyri henda peningin. Meira verður at lesa um ráðstevnuna "Millum Kongaminnið og kitsch" á blogginum í morgin.