Sunday, May 8, 2011

Mammudagur


Mickey Mouse hevur allar dagar verið ein rættiliga keðilig mús. Sympatisk, víst so og støðuføst avgjørt og tað er alla æru vert, at Minnie hevur tikið skilagóðu avgerðina at kvetta dreymin um ein badboy til fyrimuns fyri eini mús við tryggari framtíð. Men í teirri modernaðu Playhouse Disney útgávuni er Mickey ikki bara aldeilis uttan kant, hann er beinleiðis ørkymlandi. Hann er belærandi, betrivitandi og út um øll mørk pedagogiskur. Peikifingurin er í heilum á lofti og hann breiðir sínar røttu meiningar og moraliserandi lummafilosofi út yvir Fedtemule so skjótt høvið er til tess. Gjarna gjøgnum sang í eini raddarlegu, sum fær ein at leingjast eftir fullum apukattum og vitloysi. Sum nú henda dagin, tá hann segði: Men minst nú til Fedtemule og síðan sang (á donskum, tí Playhouse Disney er bara at síggja á donskum her í Havn): ”I håndværk og i kunst kan man ikke fælde dom/Man skal bare have det sjovt/det er det det handler om/Smør lidt maling på/træk en lille streg/Det skal nok blive rigtig fint/hvis du morer dig.”

Nú er tað so við Mickey, at hann næstan altíð hevur rætt og tað hevur hann ivaleyst eisini í hesum førinum. Tað er forbannað ringt at fella dóm yvir list. Serliga samtíðarlist, sum kanska ikki er serliga væl gjørd ella er serliga original, er torfør at meta um, tí man á ein ella annan hátt verður noydd at ásanna, at tey gomlu góðskukriteriini ikki longur eru galdandi. Møguleikarnir fyri at úttrykkja seg eru so ótrúliga nógvir. Alt er opið samstundis sum alt er roynt frammanundan og setur man seg eitt sindur inn í tingini, finnur man skjótt út av, at hóast einki er nýtt, er nógv allíkavæl umráðandi. Tað er bara ikki umráðandi á sama hátt sum tað einaferð var og tí hevur Mickey rætt í, at vitan og instinkt í besta føri kann føra til kvalifiseraðar gitingar - tað ber ikki til at fella endaliga dómin.

Tað er eisini tað, sum Mickey heilt vist er greiður yvir, at fólk eru so fitt og tí er tað synd at siga við tey, at tað er nakað lort tey gera. Tey blíva so kedd og tað er álvaratos nógv lættari at smíla og lata vera við at siga nakað ljótt. Hesa loysnina hava rættiliga nógv av okkum valt. Ikki av óerligheit, tí eg haldi í grundini, at tað er herligt og fínt, at nógv royna seg innan myndlistina eisini sjálvt um evnini ikki røkka - men heldur av ótta fyri at særa og angist fyri at fara skeivt og tað er jú nokkso hásinnað, haldi eg sjálv. Hásinnað, men eisini reyvkeðiligt og vóru øll sum eg, hevði tað verið sum at vera æviga fangað í Mickeysa Klubbhúsi. Ein andstyggilig lagna. So á hesum mammudegi vil eg fegin, umframt sjálvandi at takka mammu mínari, eisini takka ummælarunum, sum geva okkum mammum ein umráðandi mótsetning til tað Mickey Mouseska betrivitandi skynsemi og kerliga umhugsni, sum lívið sum mamma til alla eydnu er fullt av.

Takk.

(IS)