Salvador Dalí, "El busto invisible de Voltaire". (1940)
Tað er altíð eitt sindur løgið at eygleiða skapanina av nýggjum mantraum. Ja, nýggj eru tey jú sjálvdan. Tað eru sum oftast gamlir sannleikar, sum verða fingin til lívs aftur, endurtikin óendaliga og samtykt sum loysn uppá allar trupulleikar.
Herfyri las eg eina grein um Saltsiloina hjá Helga Eidesgaard og Hans Mols Mortensen, har teir siteraðu Voltaire, sum ávaraði ímóti at gera tað besta til fíggindan hjá tí góða. Fáir dagar eftir hevði Sjúrður Skaale eitt innlegg um stjórnarskipanina við yvirskriftini ”Tá tað besta forðar tí góða”, ið tók støði í júst hesum sama: ”stundum er tað besta tann størsti fíggindin hjá tí góða”. Eitt mantra var borið í heim, sum eg síðani havi hoyrt endurtikið í heilt ómetaliga nógvum ymiskum høpum og betri closing argument skal man eisini leita leingi eftir.
Voltaire er sum kunnugt ikki føddur í gjár og hann hevði sjálvandi so æviga rætt. Professionelt, persónliga, politiskt, ja á øllum lívsins økjum er tað eyðvitað, at tað ikki nyttar nakað, at vit bíða eftir tí stóra vinninginum. Góðir lutir fara framvið, um ikki vit eru nøgd við tað, sum vit hava og fáa eyguni upp fyri gleðini við tær meira gerandisligu loysnirnar. Við hesum í huga verður lívið eitt spæl. Politikkur verður rímiligur, hjúnafelagin fyrikemur áhugaverdur, starvið uppfyllir allar ambitiónir og best av øllum, so ber til at hyggja eftir stórt sæð øllum í sjónvarpinum, uttan at vera við at doyggja av irriterilsi.
Tílíkt kann gott ræða meg eitt lítið sindur og tí er tað eitt befríilsi, at eg arbeiði við list, sum helst er tað eina øki, har hetta sera effektiva mantraið ikki riggar. Vit hoyra ongantíð listafólk siga, at man ikki skal stremba eftir tí besta ella at man má royna at halda tað heila niðri á einum støði, sum er til at fáast við. Listin fær ikki verið til niðri á tí javna og tað hevði Voltaire, sum setti listina hægri enn veruleikan, helst verið tann fyrsti til at verið samdur við mær í. Fyri listina er tað góða fíggindin hjá tí besta. Og tí er tað spell, at tað verða brúktar fleiri resursur uppá ta góðu listina enn uppá ta bestu listina, at tann góða listin fær eitt betri og meira framstandandi pláss á framsýningum, listasøvnum og í listabókum enn tann besta listin og at almennir pengar í størri mun fara til ta góðu listina heldur enn ta bestu listina. Góða listin er góð og vit vilja fegin hava meira av henni, men tað má ikki vera teirri bestu listini at bága. Vit skulu gloyma alt um tíðarinnar mantra og fagna tí besta - tað kann væl vera, at lívið ikki gerst eitt spæl, men tað verður nógv meira áhugavert.
(IS)