Unga listakvinnan úr Havn, Herdis Jacobsen luttekur í løtuni á eini framsýning í Coventry í Onglandi. Framsýningin eitur Radicle og tey framsýnandi hava arbeitt við temanum "Roots and Origins". Herdis Jacobsen var síðsta summar í starvsvenjing í Steinprenti og býr nú í Coventry, har hon tekur universitetsútbúgving innan illustratión og animatión. At døma eftir myndunum hendir okkurt veruliga spennandi í listini hjá Herdis Jacobsen í løtuni. Myndamálið er eitt sindur í ætt við Silju Strøm og gamla franska symbolistin, Odilon Redon, men tað tykist eisini sum hetta er enn eitt sjálvstøðugt ungt íkast í teirri eftirhondini serstakliga ríku føroysku listini.
The Rose-Coloured spectacles
The Invisible Rays
Parts of a Microscope
The Crystalline Lens
Collecting Specimens
Dissecting
Thousands of Night-Lights
(KP)