Friday, May 27, 2011

Videolistin 4 - Eva Koch

Videolistin hevur fingið sítt heitið frá betamax og vhs videobandinum, sum var brúkt áðrenn teldutøkni gjørdist algongt. Videolistin er ikki løtt at definera, tí hon fevnir rættiliga breitt og kann vera t.d. filmað myndlist ella filmað performance og stuttfilmir við og uttan hendingagongd. Góðskustøðið innan hesi listasløg er sjálvsagt eins ymiskt og tað er innan málningar, grafikk og alt annað. Best eru verkini, ið tøkniliga hvíla tøkniliga í sær sjálvum sum kundu tey ikki verið úttrykt á annan hátt enn júst við teirra miðli. Eg hevði unt okkum føroyingum nakrar ordiliga góðar konsept/installatións/videolistaframsýningar t.d. við verkunum hjá donsku listakvinnuni og tey hava vit eisini upplivað. Eva Koch og hon hevur verið fleiri ferðir í Føroyum bæði sum barn og seinni í listarligum ørindum. Hon er útbúgvin myndhøggari, men arbeiðir tøkniliga sera breitt við landart, ljóðinstallatiónum og videolist. Seinnu árini hevur hon verið rættiliga kend listakvinna, sum eitt nú luttók á Biennaluni í Venedig í 2005.

Í verkinum "Calais" tekur listakvinnan støði í stóru standmyndini hjá Auguste Rodin "Borgararnir í Calais", sum stendur á Ny Carlsberg Glyptotek í Keypmannahavn, har Eva Koch inntil februar í ár hevði framsýning av staðnágreiniligum verkum. Tvs. verk, sum á ein ella annan hátt taka støði í ella fyrihalda seg til verk og rúm á Glyptotekinum. Rodin hevur gjørt sína standmynd sum ein monumentala og rættiliga kensluborna tulking av søgnini um teir seks borgararnar úr Calais, sum í 14. øld ofraðu seg fyri at bjarga teirra býi undir ensku kringsetingini. Fyri meg hevur henda søgan aftan ´fyri myndevnið ongantíð verið av stórum týdningi. Standmyndin hjá Rodin er hugtakandi, tí hon er so tung, stór og likamlig í rúminum, har hon stendur sum eitt óvikandi monument yvir menniskjaliga líðing. Tá Eva Koch við ljóði og ljósi, við myndum úr nútíðar býnum Calais - sum m.a. er sentralur fyri tey friðleysu medmenniskju okkara, ið eru illegal flóttafólk - er tað fyrst og fremst hugtakandi orsakað av muninum á tøknunum. Tunga, ítøkiliga bronsan hjá Rodin og lætta óítøkiliga ljósið og ljóðið hjá Koch. Mótsetningurin millum gangin og tað yðjandi lívi í Calais í dag og so pinnastilla standmyndaringin seta eisini tankar í gongd um tað, sum farandi er og ta ævigu listina. Verkið hjá Evu Koch er sera áhugavert og tað er skiljandi og uppiborið, at listakvinnan fekk heiðursløn frá Statens Kunstfond fyri "Calais".




Eva Koch Glyptoteket from ek on Vimeo.





http://vimeo.com/20465480