Tuesday, May 10, 2011

Føroya SALT

Helgi Eidesgaard og Hans Mols Mortensen



Í 1952 byrjaði Bankside elverkið við Thames áarbakka at framleiða ravmagn, men tá vaksandi oljuprísirnir í sjeytiárunum minkaðu um kappingarførið, mátti dýra oljuverkið til endans víkja fyri bíligari orkuverkum og niðurlegði virksemið sítt longu í 1981 – perurnar í stóru verksmiðjunum og lítlu skúrunum í London skuldu nú upplýsast aðrastaðni frá, og mikla elverkið á Bankside gjørdist tómt og kalt.

Um somu tíð tóku perurnar eisini at dimmast í einum øðrum bygningi – saltgoymsluni á Drelnesi – millum tvørafólk bert kend sum “Saltsiloin”, hvørs virksemi minkaði so líðandi hesi árini.

Báðir bygningar vórðu bygdir sum hvør sítt lið í nútíðargerðini; fólkinum kring Thames-ánna tørvaði ravmagn, og fólkið við Trongisvágsfjørð hevði tørv á størri saltgoymslum. Føroyska tilveran tá var ikki eins framkomin sum tann londonska, men tó gjørdist hon í hesum árum støðugt virknari og meiri krevjandi.

Munur hevur verið á lagnunum hjá hesum báðum varðum úr farnum tíðum. Saltsilan á Drelnesi er góð tíggju ár eldri enn Bankside-elverkið og varð tikin í brúk hálvt ár, áðrenn annar heimsbardagi byrjaði. Einasta ferðin, nútíðargerðin á Drelnesi veruliga bleiv hótt, var í teimum døgum, tá tænarar Hitlers – fíggindarnir hjá øllum framsóknum og uppbyggjandi arbeiði – sleptu bumbur á siluna. Bumburnar hjá Luftwaffe megnaðu tó einans at lemja Saltsiluna, ikki at niðurbróta hana.

Verri mundi gingist í London. Arbeiðið at ríva niður var byrjað í smáum, men so blivu ætlanir um at umbyggja gamla elverkið á Bankside lagdar, og í 1994 blivu tær settar í verk. Í dag kenna vit hetta húsið sum Tate Modern; tann mest vitjaði og helst best kendi listaskálin í heiminum.

Saltsilan hevur frá fyrsta degi verið eitt týdningarmikið sereyðkenni hjá Tvøroyri og Suðuroynni sum heild; men seinastu árini hevur hon verið í so ringum standi, at hon hevur fylt meira í býartosinum enn vanligt. Henda syrgiliga sjón í gerandisdegnum hevur gjørt fólk hugtung, tí í einum landi við eini lítlari fíggjarlóg er ringt at rættvísgera eina dýra umvæling av einum ‘nyttuleysum’ gomlum bygningi.

Bæði hugflog og skil skulu til fyri at bjarga saltsiluni undan órøkt og tíðarinnar gloymsku, ið Tate Modern tíbetur slapp undan. Tí vóru nógv, ið gleddust, tá óvæntaða vendin kom í søgugongdina hjá Saltsiluni; ein liðug, gjølla gjøgnumhugsað ætlan bleiv framløgd, og hendan líktist nógv ætlanini, sum fekk Tate Modern sum úrslit. Ætlanin skuldi ikki einans varðveita Saltsiluna sjálva, men eisini umskapa bygningin til nakað, ið bæði kundi vísa av sær tann einastandandi og estetiska bogaformin, vit øll kenna, og samstundis húsa einum altjóða tónleika- og mentanarhúsi.

Verkætlanin fekk navnið ”Projekt Salt” (hereftir SALT), og hon var bæði djørv og stórsligin. Ein umfatandi umvæling og umbygging skal til, um ein konsertsalur á høgum støði skal koma upp at standa, og tilbyggingar skulu eisini gerast til at húsa m.a. síðuhøli og verkstaði. Stór fígging skal til eina slíka verkætlan, og tað er ofta rakstur av slíkum mentanardeplum, ið vísir seg at gerast ein tung byrða at bera. Hetta varð í fyrsta umfari ikki ein trupulleiki, tí allir formenninir fyri løgtingsflokkarnar (formaður Miðfloksins undantikin) góvu nærum beinanvegin tilsøgn um fíggarligan stuðul til SALT. Hesin ljóðaði upp á 20 mió. kr., og var stuðulin treytaður av, at aðrir íleggjarir eisini skuldu tilknýtast verkætlanini. Hinir íleggjararnir gjørdust ávikavist A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal og Danski staturin. Umframt stuðul til bygging skuldi Landsstýrið eisini játta 2,5 mió.kr. til árligan rakstur. Afturat hesum samtykti Tvøroyrar kommuna eisini at stuðla rakstrinum við 2 mió.kr. árliga. Við hesum var tíðin komin at fremja verkætlanina í verki og hjá føroyskum politikarum at halda givin lyftir, so arbeiðið kundi byrja.

Heilt so lætt skuldi tað tó ikki ganga. Tann stuðulin, ið politikararnir sýndu, tá teir undirritaðu tilsøgnina til SALT, tykist nú at vera svunnin nakað, tí seinastu tíðina hevur SALT verið fyri ongantíð áður hoyrdum atfinningum. Brádliga úttala nøkur fólkavald seg nógv varnari og meiri ivasamt um verkætlanina, nú hon er klár at seta í gongd. Henda hugsan verður hjálpt ávegis av tíðindafólki, ið brádliga hava funnið ymisk ivamál við SALT, sum tey onkursvegna ikki hava nevnt fyrr; tey vísa á ymiskar smálutir og ósvaraðar spurningar um rakstrarætlanir, og hetta hevur sett sín dám á tosið í stovunum kring landið og á kjakfora, ið eru eyðkend av kritiskum spurningum og enntá illgitingum.

Tað er sjálvandi orsøk at fegnast, tá journalistar leggja seg eftir at gera sítt arbeiði til fulnar, tí tá er tann parturin av grundarlagnum undir demokratisku tjóðini tryggjað. Sjáldan hevur tó áður verið so stórt samsvar millum ta myndina, ið fjølmiðlarnir nú mála, og tað, ið ávísir politikarar vilja hoyra. Tí má man spyrja, hvaðani hendan nýfingna orkan at seta kritiskar spurningar kemur frá? Og hví krevja summir politikarar nú at verða so óvanliga út í æsir kunnaðir um allar hissini smálutir, áðrenn ein játtan skal gevast?

Felagsnevnarin fyri hesar spurningar er helst hugtakið ‘økismenning’, ið seinastu árini hevur verið mest álíkt eini kastibløku, ið nógv rok hevur staðist av, hvørjaferð orðið er nevnt; hetta kemur mestur av tí, at orðið fyri fólk í miðstaðarøkinum hevur fingið ein neiligan eykatýdning. Hugsað verður, at økismenning merkir at taka frá Havnini og geva til útjaðaran. Viðvíkjandi SALT er tó eitt átak uppstaðið, ið ikki inniber eina gáloysna flyting av almennum arbeiðsplássum úr Havnini. Sostatt merkir hetta ikki at taka frá Havnini og geva til Suðuroyar, men bert um at stuðla einum átaki, ið er uppstaðið í útjaðaranum.

Tískil er hetta ikki beinleiðis økismenning, men tó kann tað saktans enda við at gerast mennandi fyri hendan partin av Føroyum í framtíðini. Tí fara ávís fólk, ið ikki taka undir við slíkum, men ikki tora at standa við tað í almenna rúminum, at finna uppá óbeinleiðis mátar at mótarbeiða hesum tiltakinum í Suðuroy. Hetta mótarbeiðið hevur verið gjørt upp á pínliga eyðsæddar mátar í miðlunum: við at skifta evni og seta upp falskar tvístøður og vánaligar samanberingar, so at fólk fer at hugsa um onnur mál, ið einki hava við sakina at gera.

Summir politikarar duga hetta verri enn aðrir og eru lættir at gjøgnumskoða. Bjarni Djurholm hevur í grein tosað ímóti, at Landstýrið letur sín part til SALT, og hansara viðmerkingar bera sanniliga brá av at vera heldur knappliga uppsettar og ikki serliga væl gjøgnumhugsaðar.

Møguliga grunda hansara hugsanir eisini í ringari samvitsku; tí tað er rørandi fyri ein suðuroying at hoyra, hvussu Djurholm stúrir fyri, at SALT fer at “... gerast ein fíggjarligur kleppur fyri lokalsamfelagið”. Hetta kemur neyvan óvart á nakran, ið hevur sett seg inn í málið, eftirsum lokalsamfelagið (les: Tvøroyrar Kommuna) einmælt hevur samtykt at játta 2 mió. kr. í árligum rakstrarstuðuli. Men, sum borgarstjórin á Tvøroyri herfyri vísti á í grein, so undrast suðuroyingar helst yvir, hví Bjarni Djurholm brádliga byrjar at tosa um at spræna almennar pengar í

“... handilshúsini úti á Marknoyri og vesturi á Gørðunum, handils- og fiskahúsið við træbrúnni á Hvítanesi, handilin og kaffeina í Fámjin, handilin við bátahyl[…]in í Hovi, grótlaðingina á Fiskieiðinum, kolanámini í Hvalba,[og] Seglloftið á Tvøroyri”.

Ein kann bert spyrja seg sjálvan, hví Bjarni Djurholm ongantíð áður hevur tosað um at veita almennan stuðul til hesar mentanargripir suðuroyinga, eins og bilsin tvørafólk nú spyrja seg sjálvi, hví ein løgtingslimur úr Havn brádliga er vorðin so upptikin av, hvussu júst teirra kommunuskattur verður brúktur. Serliga undrunarvert er hetta, tí fyri fyrstu ferð í langar tíðir er samlaða skuldin hjá Tvøroyrar kommunu komin undir eina álíkning; so tá Djurholm sigur, at ”… kommunan eisini liggur [í] fíggjarligum andaleypi…” er hetta at síggja heldur svart upp á støðuna.

Tvørafólk eru glað um, at kommunan er komin undir álíkningina og kann loyva sær størri fíggjarligt frælsi, so spurningurin er bert, hví Bjarni Djurholm ikki er tað? Um tvørafólk vilja átaka sær part av rakstrarkostnaðinum hjá einum mentanarhúsi, so er hetta ikki nakað, ið Bjarni Djurholm eigur at blanda seg upp í.

Mikkjal N. Helmsdal er leiklistafrøðingur og hevur sjálvsagt ein serligan áhuga fyri umstøðunum hjá listafólkum í Føroyum. Tí er tað áhugavert, at hann ikki heilsar SALT vælkomnum, men ávarar ímóti at lata almennan pening til tað mentanarvirksemið, ið SALT fer at arbeiða fyri og leggja karmar til; hann er bangin fyri, at hetta fer at niðurlaga føroyskt mentanarvirksemi við at taka burtur av mentanarjáttanini hjá Landstýrinum. Helmsdal óttast stórliga fyri, at ”Saltsiloin [...] fer at tyngja føroyskt mentanarlív, so at ein stórur partur av løgtingsins játtan til føroyska mentan fer at verða nýttur til at upphita og viðlíkahalda eitt stórt, flott og tómt hylki í [S]uðuroy”. Bæði mentamálaráðharrin og nýsetti fíggjarmálaráðharrin hava annars alment lovað, at eingin peningur av mentanarjáttanini verður brúktur til SALT-verkætlanina.

Viðvíkjandi tí tóma hylkinum í Suðuroy, kunnu undirritaðu einans viðganga, at vit vita ikki um nakra meira framsókna ætlan fyri at menna og framføra føroyska mentan og list fyri heiminum enn SALT.

Tað er tó ein rímiligur spurningur at seta, hví ein framtíðar mentanarkatedralur í Suðuroy skal fáa - ikki bert árligan stuðul úr Landskassanum – men eisini eina dópsgávu frá øllum føroyingum upp á 20 mió. kr.?

SALT skal verða eitt hús fyri allar Føroyar og allan heimin. Tí eru samanberingarnar, ið bæði Djurholm og Helmsdal gera við onnur mentanarhús í landinum, sjálsagt burturvið.

Voltaire ávaraði ímóti at gera tað besta til fíggindan hjá tí góða; Landsstýrið hevur ikki ráð at fíggja hvørjum einasta kaffihúsi og listaskála í Føroyum, men hetta merkir ikki, at ávís mentanarhús ikki kunnu fáa ein part av fíggjarlógini. Løgtingslimurin fyri Fólkaflokkin og rektarin í Hoydølum kunnu væl ikki veruliga meina, at um landskassin ikki kann rinda til alla mentan í Føroyum, so skal hann ikki rinda til nakra mentan yvirhøvur? Hevði hetta ikki merkt, at heldur ikki tann leingi saknaði Tjóðleikpallurin kann fáa kundi fingið almennan stuðul?

Undirritaðu hava samkenslu við teimum sjónleikarum og sjónleikaáhugaðu, ið kenna seg lopin um – ótrúliga arbeiðið, ið føroyskir sjónleikarar hava sýnt millum ár og dag, eigur at verða teimum lønt aftur við einum glæsiligum tjóðarleikpalli. Men minnist til orðini hjá Voltaire – vit mugu ansa okkum fyri ikki at seta tvær góðar sakir sum SALT og Tjóðleikpallin upp sum fíggindar; lat okkum heldur síggja SALT framt í verki sum eitt tekin uppá eitt skifti í føroyskum mentanarpolitikki. SALT má gerast einans byrjanin uppá hetta skiftið.

Bjarni Djurholm dregur eisini Kirkjubømúrin fram, sum um kjakið ikki er gruggað nóg mikið við óviðkomandi tosi: “Tá vit ikki í ártíggju hava klárað Tjóðleikpallin og Kirkjubømúrin betur enn higartil, so er hugsandi, at hvaðna verri kann tað tað [sic] gerast við Saltsiloini á Tvøroyri. Livst so spyrst.” Tað er sjálvandi rætt, at tann, ið einki ger, ger heldur einki galið; men tað er keðiligt at síggja ein garvaðan politikara fyri ein ‘framburðssinnaðan’ flokk sum Fólkaflokkin at hava ein so ódjarvan hugburð um avbjóðingar sum hesa.

Sjálvandi vilja allir føroyingar, at ‘Múrurin’ skal varðveitast, tí hann er okkara størsta og týdningarmesta fornminni; men hetta kjakið hevur nú koyrt í áratíggju, um ikki øldir, og enn er ongin endalig loysn funnin, hóast tørvurin enn er tann sami. Hetta er eitt sera trupult mál. Við SALT er øðrvísi – ein loysn fyriliggur.

At brúka varðveitingina av einum søguligum húsi í Kirkjubø ímóti varðveitingini av einum søguligum húsi á Drelnesi er sera vánaligt! Serliga, tí Bjarni Djurholm hevur, sum ein av longst sitandi løgtingslimum, havt nógv ár at finna eina haldbara loysn viðvíkjandi Kirkjubømúrinum. (Hóast undirritaðu harðliga mótmæla brúk av almennum pengum til bygging av eini nýggjari kirkju á Argjum – tí vit halda fast um, at Landsstýrið skal ikki gera mun millum átrúnaðir við at fremja og gjalda fyri virkseminum hjá bert einum teirra – so halda vit orsøk verða fyri at stuðla eini alment fíggjaðari umvæling av katólsku kirkuni í Kirkjubø. Hetta, ikki einans, so føroyingar varðveita ein søguligan dýrgrip, men eisini tí tað er ørt at byggja enn eina kirkju í Tórshavnar kommunu, ið frammanundan er á tremur við alskyns trúarhúsum!)

SALT er eitt frálíkt høvi hjá øllum føroyingum at varðveita ein týdningarmiklan bygning og hjá føroyskari mentan og list at røkka nýggjum hæddum. Ætlanin er greið; floksformenn hava játtað pening, eins og Tvøroyrar kommuna hevur; og víst er á óteljandi møguleikar, ið hesin depilin einaferð í nærmastu framtíð kann brúkast til.

Um man hyggur at, hvussu Saltsilan skal rekast, so er lætt at síggja, at mentanarhúsið fer bæði at virka í nærumhvørvinum, tjóðarliga og altjóða. Hetta virksemið fær sjálvsagt jaligar avleiðingar fyri ferðavinnuna í Føroyum sum heild.

Suðuroyggin kennist fyri nógvar føroyingar sum eitt fjart og ókent stað. SALT skal verða fyri allar føroyingar, og um vit øll vilja kennast við hana, kann Saltsilan á Drelnesi við tíðini verða við til at skapa meiri ferðslu og samstarv og harvið knýta tættari bond millum allar føroyingar.

Undirritaðu vóna, at SALT verður móttikið av øllum við sama jaliga anda, sum blásti lív í verkætlanina frá byrjanini. Fólk mugu ikki lata seg ávirka av misvísandi og óærligum tosi um Tjóðleikpallin, Kirkjubømúrin og ymisk mentanarhús í landinum, ið ikki fáa almennan stuðul. Slíkt er bíligt uttanumtos hjá fólkum, ið einans nevna Atlantis og Mentanarhúsið í Fuglafirði fyri at mótarbeiða eini verkætlan í Suðuroy, ið als ikki stendur í andsøgn við nakað mentanarvirksemi norðanfjørðs. Hetta kemur frá politikarum, ið ikki áður hava víst mentanardeplum ans, og bert vilja flyta fokus frá SALT við eittans endamáli fyri eyga – at SALT gerst til onkis.

Um hesum landi skal verða lív lagað, so mugu allir føroyingar gera sær greitt, at vit eru øll í sama báti – Føroyar má síggjast sum eitt land, so togtoganin millum miðstað og útjaðara steðgar – vit føroyingar mugu líta á hvør annan og koma hvørjum øðrum við. Okkara mentan er tað, ið bindur okkum saman sum fólk, og listin kann verða tað, ið vit fylkjast um sum tjóð. Hon kann verða okkara andlit út í heim, og tað fyrsta vit bjóða fremmandum vælkomnum við.