Chris Cunningham
Monkeydrummer
Videolist hevur fingið sítt heitið frá betamax og vhs videobandinum, sum var brúkt áðrenn teldutøkni gjørdist algongt. Videolistin er ikki løtt at definera, tí hon fevnir rættiliga breitt og kann vera t.d. filmað myndlist ella filmað performance og stuttfilmir við og uttan hendingagongd. Góðskustøðið innan hesi listasløg er sjálvsagt eins ymiskt og tað er innan málningar, grafikk og alt annað. Best eru verkini, ið tøkniliga hvíla í sær sjálvum eins og tey ikki kundu verið úttrykt á annan hátt enn júst við teirra miðli. Eg hevði unt okkum føroyingum nakrar ordiliga góðar konsept/ installatións/ videolistaframsýningar t.d. við verkum sum hesum videolistaverkunum hjá enska listamanninum Chris Cunningham (føddur í 1970), sum byrjaði innan science fiction spælifilmar. Haðani fór hann yvir í at gera tónleikavideo sum t.d. fantastiska videolagið hjá Bjørk "All is full of love", men síðan hevur hann arbeitt burturav sum listamaður og havt videoverk síni við á framsýningum kring allan heimin. Hesir filmarnir eru tekniskt sera flottir, men tematiskt vendir Cunningham aftur og aftur til grundleggjandi munir millum menniskjað og maskinuna, sum hann setur upp móti hvørjum øðrum í sansaligum myndum har upprunakent slím og væta møta ídnaðar og maskinkendum, snøggum flatum. Í framúrskarandi videolagnum hjá Bjørk arbeiðir Cunningham eisini við menniskjaligum individualiteti í serstaka andlitsbragdinum hjá Bjørk, sum verður sett upp móti maskinkendum anonymiteti í robottunum. Cunningham hevur ofta samstarvað við Aphex Twins og videolagið "Come to daddy" er eitt tað kendasta dømi um teirra samstarv. Hesin filmurin kann tykjast óhugnaligur, men hyggur tú nakrar ferðir gerast klisjéirnar so ovurhonds týðiligar, at tær gerast stuttligar. Tá nýfødda ódjórið primalskríggjar móti tí gomlu konuni, sum ikki flytur seg eitt vet, er tað í grundini nokkso stuttligt...
All is full of love
Come to daddy
(KP)