Monday, May 2, 2011

Lotta Melin



Lotta Melin/Agrare, skapar í “A Safe Place to Die” eitt risastórt undirvatnslandsslag, við íblástri frá vísindaskaldskapi sum tí hjá Jules Verne. Í hesum óveruleikakenda heimi flyta dansararnir seg sum krabbar og kykt, evarska smáir í mun til umhvørvið.

Ein saksofonleikari flýtur undir loftinum, videoprojektiónir, myndlist, tónleikur og dansur skapa tilsamans eitt heildarupplivilsi av tíðarloysi.

Bólkurin Agrare, sum Lotta Melin myndar saman við noise-tónleikaranum og elektroniska tónasmiðum Hild Tafjor og Maja Ratkje, hevur skapt fleiri stórar verkætlanir. Jan Håfstrøm, sum hevur skapt pallmyndina, er sjálvur partur av sýningini. Somuleiðis er Jan Håfstrøm annað høvuðsnavnið í Summarframsýningini 2011 í Norðurlandahúsinum.

Atgongumerkir: fyri vaksin 200 kr og fyri børn upp til 12 ár 180 kr er til keyps á www.nlh.fo, í Norðurlandahúsinum og á kunningarstovuni.