Millum fínastu dømini um samrøður millum listafólk og listfrøðingar er viðtalið, sum listfrøðingurin David Sylvester gjørdi við Francis Bacon. David Sylvester er ein eminentur listfrøðingur sum varð kendur fyri at siga, at sjálvt um hann brúkti styttri orð enn aðrir listfrøðingar, vildi hann allíkavæl hava tað sama í løn og hansara samrøður við Francis Bacon innihalda nøkur av teimum mest umráðandi útsagnunum um list. Nakrar teirra eru samlað í bókini: ”The Brutality of Fact” og eg fari so mikið langt sum at halda uppá, at øll áttu at lisið hesa bókina. Her eru leinkjur til nakrar av teirra samrøðum: http://www.youtube.com/watch?v=Dg9VhKg7Ofg&playnext=1&list=PL30BCE60B9CF1D213
Herfyri las eg eina útsøgn á facebook, at listfrøðingar eru láturligar typur við ov stórari makt. Sjálvt um eg man vera einasti listfrøðingur her á landi, føldi eg meg ikki rakta, tí tó at tað væl kann vera, at eg eri láturlig, so havi eg als onga makt. At vera listfrøðingur og listafólk er ikki tað sama. Listfrøðingar granska í listini og formidla listina og listafólk skapa list, men eg haldi allíkavæl, at størstu konfliktirnar millum listafólk og listfrøðingar vóru kláraðar í 1960´unum ella har á leið. Tá vóru nakrir arrogantir listfrøðingar, sum hildu, at tungurnar á listafólkunum áttu av verið skornar úr listafólkunum og at listafólkini heldur áttu at miðsavnað seg um at skapa listina enn at tosa um hana. Samstundis vóru tað nógv listafólk, ið ikki vildu verða koyrd í kassar, sum tey søgdu og sum m.a. av hesi orsøk ikki ynsktu, at listin skuldi viðgerast.
Hetta tíðarskeiðið er av. Flestir listfrøðingar hava í dag ómetaliga stóra virðing í mún til listahugsjónirnar hjá listafólkum og allarflestu listafólk halda tað vera neyðugt at viðgera listina uttanífrá. Sjálv havi eg í seinastuni gjørt fleiri viðtal við listafólk, m.a. havi eg gjørt fleiri samrøður við Hansinu Iversen, sum koma út sum bók í summar. Sjónarmiðið hjá listafólkum um list er ómetaliga týdningarmikið fyri mína egnu fatan av listini og er eitt umráðandi ískoyti til tað at hyggja at list og at lesa um list.
Útsøgnin á facebook fekk meg allíkavæl til at grunda yvir hvør orsøkin er til, at vit ikki hava listástøðilig kjak her á landi. Vit hava nógv listafólk, sum kundu tikið lut í slíkum kjaki, men eyðsýniliga er onkur mótvilji móti samstarvinum, sum kundi gjørt hetta áhugavert. Ein mótvilji, ið hoyrir til í sekstiárunum og ikki til nútíðina. Deprimerandi, men eg bleiv so ómetaliga glað í dag, tá eg í sólskini spákaði mær oman í Steinprent. Eg bleiv glað, ikki bert orsakað av sólini og teirri framúrskarandi listini í Steinprenti - eg gjørdist eisini fegin, tí ein frálíkur svenskur listamaður var á verkstaðnum, sum tímdi at práta og greiða mær frá um hansara luttøku í listaástøðiliga kjakinum í Svøríki. Hann greiddi frá, at hann ger nógv burtur úr at seta seg inn í listaástøði, tí hann sum listamaður kann birta undir kjakið á ein annan hátt enn listfrøðingar. Hann hyggur, lesur og upplivir øðrvísi og hevur royndir við listini, sum bert fáast við at skapa hana og haraftrat meinti hann, at listafólk hava tann fyrimunin, at tey ikki eru so bangin fyri at hava misskilt torskilda listaástøðið. Tey eru frælsari í mun til listaástøði og eru uttan fyri akademiska umhvørvið. Hann helt eisini, at listástøðiliga kjakið verður ríkari av fleiri røddum og helt seg hava royndir av, at tað, sum vit alla tíðina royna at raka í grundini ber til og at tað gevur meining at fáast við listaástøði. Eg eri líka við at halda, at eg hevði verið fegin longri enn eina stutta stund, um vit her heima lótu avmarkandi hugsanirnar um listaástøði verða verandi í 1960´unum, so at vit komu eitt vet víðari.
(IS)