Sunday, May 1, 2011

Ríkmaðurin, listamaðurin og integriteturin - listaoyðingarmenn fyrr og nú

Diego Rivera, detail of Lenin from Man, Controller of the Universe (1934), a recreation of the destroyed mural Man at the Crossroads

Hugleiðing: Hans Pauli Strøm


Í 1932 bíløgdu teir báðir John D. og Nelson Rockefeller ein stóran veggmálning frá tí gitna mexikanska listamanninum Diego Rivera til teirra nýggja veldiga Rockefeller Center building í New York. Rivera kallaði málningin "Man at the Crossroads", og inn í røðina av arbeiðsmonnum frá stóru Depressiónini legði Rivera eina mynd av Lenin. Tá Rivera fekk boð um taka myndina av Lenin burturúr, noktaði hann og segði, at tey vistu frammanundan um hansara vinstrasinnalag. Men hann segði eisini, at hann kundi javnviga myndina av Lenin við eini mynd av Lincoln. Firtnu Rockefell'arnir oyðiløgdu hansara listaverk, og tá endurskapti hann tað í 1934 í the Palace of Fine Arts í Mexico City. Tá legði hann aftrat eina mynd av John D. Rockefeller í einum náttklubba. Hesin samanbresturin millum milliarderin og listamannin gav íblástur til eina ta bestu satirisku yrkingina í øldini, I paint what I see eftir E.B.White (sí niðast)


Hetta er sambært greinastubba í the New York Review of Books http://www.nybooks.com/blogs/nyrblog/2011/mar/29/art-destroyers ) har Garry Wills fortelur søguna um listaoyðingarherferð hjá nývalda guvernørinum í Maine, LePage. Tá eg eri valdur, segði hann, kunnu tit vænta at síggja í bløðunum. “LePage tells Obama to go to hell.” Herfyri noktaði hann at luttaka í einum Martin Luther King Day Event og segði við fyrireikandi felagsskapin NAACP: “Tell them they can kiss my butt.” Og fyri ikki at standa aftanfyri aðrar republikanskar guvernørar, sum gera seg inn á fakfeløgini, gav hann síðsta vikuskifti boð um beina ein 36-fót veggmálning, sum heiðraði lokalu arbeiðarasøguna í Maine, burtur úr forhøllini í the State Labor Department building í Augusta. Haraftrat skuldu heitini á fundarhølunum, sum vóru uppkallað eftir fyrrverandi verkamannaleiðarum, skiftast út. Grundgeving hansara? Jú, hetta kundi fáa vinnulívsmenn at føla seg illa við. Hvussu nógvir slíkir vinnulívsmenn munnu vitja the Labor Department? Og hvussu nógvir munnu fáa svímilsi og skelk av at síggja ein veggmálning við myndabrotum úr søguni hjá verkafólkunum í Maine, so sum kvinnur ið byggja skip undir øðrum heimsbardaga, og frá einum pappírsverkfalli í 1986?

Hetta kemur, sigur Garry Wills, á hædd við viðgitnu burturbeiningina hjá Rockefeller´num av veggmálninginum hjá Rivera fyri umleið 80 árum síðani.

Her er yrkingin hjá E.B. White frá 1933, I paint what I See:

I Paint What I See
[A Ballad of Artistic Integrity]

“What do you paint, when you paint on a wall?”
Said John D.’s grandson Nelson.
“Do you paint just anything there at all?
“Will there be any doves, or a tree in fall?
“Or a hunting scene, like an English hall?”
“I paint what I see,” said Rivera
“What are the colors you use when you paint?”
Said John D.’s grandson Nelson.
“Do you use any red in the beard of a saint?
“If you do, is it terribly red, or faint?
“Do you use any blue? Is it Prussian?”
“I paint what I paint,” said Rivera
“Whose is that head that I see on my wall?”
Said John D.’s grandson Nelson.
“Is it anyone’s head whom we know at all?
“A Rensselaer or a Saltonstall?
“Is it Franklin D.? Is it Mordaunt Hall?
“Or is it the head of a Russian?”
“I paint what I think,” said Rivera.
“I paint what I paint, I paint what I see,
“I paint what I think,” said Rivera
“And the thing that is dearest in life to me
“In a bourgeois hall is integrity;
However…
“I’ll take out a couple of people drinkin’
“And put in a picture of Abraham Lincoln.
“I could even give you McCormick’s reaper
“And still not make my art much cheaper.
“But the head of Lenin has got to stay
“Or my friends will give me the bird today,
“The bird, the bird, forever.”
“It’s not good taste in a man like me,”
Said John D.s grandson Nelson,
“To question an artist’s integrity
“Or mention a practical thing like a fee.
“But I know what I like to a large degree.
“Though art I hate to hamper,
“For twenty-one thousand conservative bucks
“You painted a radical. I say shucks,
“I never could rent the offices—
“The capitalistic offices.
“For this, as you know, is a public hall,
“And people want doves, or a tree in fall,
“And though your art I dislike to hamper,
“I owe a little to God and Gramper.
“And after all,
“It’s my wall.”
“We’ll see if it is,” said Rivera.