Wednesday, May 11, 2011

Álit í løgtingsmáli nr. 174/2010: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til Saltsilogrunnin


Landsstýrið hevur lagt málið fram hin 7. mars 2011, og eftir 1. viðgerð 5. apríl er tað beint Fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 9. og 11. mai 2011

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Saltsilogrunnin, LISA, Tjóðpall Føroya og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

Undir viðgerðin hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Tórbjørn Jacobsen, Eyðgunn Samuelsen, Magni Laksáfoss og Jørgen Niclasen) mælir tinginum til at taka undir við uppskotinum og vísir annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 183/2010

Minnilutin (Bill Justinussen, Annita á Fríðriksmørk og Bjørn Kalsø) heldur, at alt ov nógvir leysir endar eru í verkætlanini. Nevndin hevur undir viðgerðini fingið handað frágreiðing viðvíkjandi kanningum av “betongkonstruktionernes tilstand”, sum er alt annað enn hugaligur lesnaður. Um tann kostnaðarliga partin sigur frágreiðingin m.a.: Alt i alt må det vurderes, at en genanvendelse af de eksisterende buer i det nye kulturhus nok kan ende med at blive lige så dyrt eller dyrere end en total udskiftning med helt nye dele.

Ein samanfatað heildarmynd av øllum tilfari, sum nevndin hevur fingið útflýggjað, gevur orsøk til at mæla tinginum til at fella uppskotið. Nógvir spurningar eru reistir, sum ikki eru nøktandi svaraðir. Minnilutin heldur tað vera skeivt at knæseta nýggja siðvenju, har tað almenna nú skal gjalda rakstrarútreiðslur til útvald mentanarhús. Havast má í huga, at kring landið eru mentanarhús, sum als ikki fáa raksturin at bera seg. Hesi spyrja av røttum, um tey eisini kunnu vænta at koma undir somu treytir. Víð hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtingið frá at samtykkja uppskotið.

Fíggjarnevndin, 11. mai 2011

Jørgen Niclasen, Eyðgunn Samuelsen, Bjørn Kalsø, Magni Laksáfoss, Bill Justinussen, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk

upprunauppskot:
http://www.logting.fo/files/casestate/11251/174.10%20Studul%20til%20Saltsilogrunnin.pdf