Wednesday, May 25, 2011

Í mínum hondum

Frumsýning í Spaniastovu 31. mai 2011. Leikurin tekur um 2 tímar við steðgi (20. min.)


Leikari og høvundur: Eyð Matras
Leikstjóri og leikgerð: Sigrún Valbergsdóttir
Búni: Marjun Jóannesardóttir
Myndir/sniðgeving: Edward Fuglø
Ljós: Árni Baldvinsson
Lagsmíð og venjing: Karl Martin Samuelsen: “Tann vænasta perlan”.
Hjálparfólk: Sára Skarðenni
Smyrsl: Margee Dam
Foto: Bárður Lydersen
Rættlestur og týðing: Sveinur Ísheim Tummasson

Við hesum manni lærdi eg, at heimurin er størri og vakrari, enn eg nakrantíð fari at uppliva.


Um leikin:
Anna er søgufrøðingur og býr í Danmørk, men er nú heima í Føroyum og ansar mammu síni, sum er illa sjúk. Hon fær avloysarastarv á fróðskaparsetrinum og fer at skriva ein fyrilestur um sambandið millum Asia og Føroya í 18. øld.

Anna hevur altíð kent seg øðrvísi, og tá ið mamman doyr, finnur hon eitt bræv og eitt armband við grønari perlu, sum fanga hana. Anna fer at kanna, hvat hetta hevur at týða, og loynidómar úr fortíðini verða avdúkaðir.

Hon granskar á bókasavninum og lesur um Katrinu Joensdatter, konu Árant Úti á Bø í Svínoy, sum var dømd fyri hordóm, tí hon fekk tvíburar við Niclasi Normann, einum ungum manni av hollendska skipinum Westerbeek, sum fór á land í Suðuroy í 1742.

Sum leikur fer, verða vit drigin millum fortíð og nútíð, og so líðandi verða træðrirnir greiddir um upprunan hjá Onnu.

Leikurin lýsir eitt tíðarskeið í Føroya søgu, tá ið mong vóru fátæk, undirbrotlig og innitokin. Gjøgnum Onnu uppliva vit lívið hjá eini kvinnu fyri tríhundrað árum síðani, hennara stríð ímóti órættvísi og tráanina eftir kærleika og nærleika. Lívið hjá Onnu verður sett í perspektiv, tá ið hon sjálv skal taka týdningarmiklar avgerðir um sítt lív.

Leikurin er íspunnin søga, men byggir á veruligar hendingar og sagnir. Vit hoyra um seyðatjóvin Árant Úti á Bø í Svínoy, um manningina á hollendska skipinum Westerbeek, sum gisti í Føroyum veturin 1743/44 og um skalvalopini í Gerðum 1745 og 1765.

Stuðlað leikinum fíggjarliga hava: Mentanargrunnur Landsins, Norðurlandahúsið, Búmerki , Leiklistaráðið, Ljósritagrunnurin, Klaksvíkar kommuna, Bank Nordik.