Wednesday, May 4, 2011

Álit í løgtingsmáli nr. 117/2010: Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar og listafólk

Tjóðveldi hevur lagt málið fram tann 7. mars 2011, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2011 er tað beint Mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars, 5. og 12. apríl 2011.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu.
Undir viðgerðini av málinum hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Magni Laksáfoss, Jógvan á Lakjuni, Eyðgunn Samuelsen og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskotinum.

Meirilutin vísir á, at nevndin viðgjørdi einsljóðandi mál í løgtingsmáli nr. 123/2008, tá nevndin mælti Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, av tí at landsstýrið arbeiddi við málinum. Í sambandi við viðgerðina av hesum málinum hevur landsstýriskvinnan greitt frá, at hon arbeiðir við innan stutta tíð at leggja eitt aðalorðaskifti fyri Løgtingið um málið.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við uppskotinum og fer at mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Ein minniluti (Sjúrður Skaale, Kári á Rógvi og Annika Olsen) tekur undir við uppskotinum.

Neyðugt er, at føroyskir høvundar og listafólk fáa viðurlag fyri sítt stríð, tá ið verk teirra í dygd og rúgvu eru vorðin týðandi. Minnilutin heldur, at vantandi játtan og ikki minst vantandi lógarkarmar gera, at færri týðandi verk og færri týðandi listafólk megna at menna samleika, mál og mentan okkara. Mong royna veingir sínar, men tey mugu sessast aftur, áðrenn tey rættiliga fáa flogið, og tey náa ikki at øllum sínum listarliga tilfeingi, tí lønararbeiði av handahógvi verður lagnan heldur enn áhaldandi skapan og nýbrot. Vit mugu menna og tryggja høvundar, so væl nýskrivandi sum týðandi, vit mugu tryggja listafólk í ymsum greinum, so tey, tá ið tey hava fingið flogið, áhaldandi kunnu søkja móti hæddum og dýpdum og vinna máli og mentan nýggjar leiðir, hevdir og fatanir. Minnilutin heldur, at partur av hesum tiltøkum, umframt tey í uppskotinum nevndu, eiga at vera yvirtøka av málsøkinum ídnaðarhugverksrætti (nr. 8 í yvirtøkulógini), hvørs lóggáva ikki veitir listafólki okkara nóg góðar sømdir, men má yvirtakast, dagførast, tillagast og skipast at náa málunum um samsýningarrætt ikki bert frá tí almenna, men frá teimum, ið hava vinning av listarverkum.

Mentanarnevndin, 2. mai 2011

Magni Laksáfoss Jógvan á Lakjuni Annika Olsen Eyðgunn Samuelsen Marjus Dam Sjúrður Skaale
Kári á Rógvi

kelda: logting.fo

Upprunauppskot:
http://www.logting.fo/files/casestate/10915/117.10%20Rithoevundar%20og%20listafolk%20Torbjoern%20%281%29.pdf