Tuesday, May 24, 2011

Listin viðmælir: Dimmalætting



Vit vilja fegnar viðmæla lesarum okkara at lesa dagsins Dimmalætting. Orsøkin er ummælið hjá Gunnari Hoydal av nógv umrøddu bókini hjá Mikael Wivel, Sekel, sum Listasavn Føroya gav út fyri kortum. Greinin hjá Gunnari Hoydal eitur Vøkstur og vald í 100 ár og inniheldur eina klóka og gjølliga viðgerð av bókini. Vit hava eitt lítið, ikki heilt tilvildarliga valt úrval her, men viðmæla sjálvandi at lesa greinina í síni heild.


“Men hvør var tað, sum hevði veruligt vald hesi árini síðani tá? Savnið og tann virkni savnsleiðarin, sum umsat almennu játtanirnar hjá landinum og seinni eisini var limur í Listabólkinum hjá Tórshavnar kommunu, ella hesin lítli bólkurin av listafólki, sum einaferð á hvørjum ári fyri egna rokning skipaði fyri heystframsýningini úti á skipasmiðjuni? Var nakað vald hjá teimum, so var tað bara í sammanberingini av dygd í hesi árligu framsýningini við várframsýningina á listasavninum. Og so kanska í einum almennum orðaskifti, sum hin parturin sum mest slapp sær undan at taka lut í og heldur arbeiddi “på de indre linjer”. Ella skal henda viðmerkingin í nýggju listasøguni skiljast sum svarið hjá stovninum, lurtað í oyra á gesti, sum ikki hevur havt samband við hin partin í málinum?”