
Longu á middegi byrjar stóra glasframsýningin í Norðurlandahúsinum og klokkan fýra heldur Gunnar Hoydal røðu í Listasavninum í sambandi við, at Várframsýningin letur upp við verkum hjá: Arnold Vegghamar, Zacharias Heinesen, Tummas Jákup Thomsen, Silja Strøm, Jóhan Martin Christiansen, Brandur Patursson, Eyðun av Reyni, Pernille Falch Heinesen, Vígdis Petersen, Thomas Koba, Randi Samsonsen og Jan Nystrøm. Í Tryggingini á Kongabrúnni er Feskt 2014 á skránni, har Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonni Jensen, Heidi Andreasen og Heiðrik á Heygum sýna fram.Í Steinprenti er framsýningin Myrkamyndir við myndum hjá Bárði Oskarsson, Mariusi Olsen, Tóroddi Poulsen, Claus Carstensen og Svend-Allan Sørensen opin allan dagin. Men harumframt er so ótrúliga nógv annað at uppliva, eitt nú er mótasýning við føroyskum klæðum hjá Marjun Heima og á sjúkrahúsinum og í Kringvarpinum ber til at uppliva ymiskt. Skráin er her:


