Friday, June 20, 2014

Listin takkar fyri seg


Í fýra ár hava vit hvønn dag havt innlegg um list og mentan. Tað er liðugt frá í morgin. Vit hava avgjørt at brúka summarið til at umhugsa listabloggin, og hetta er sostatt síðsta innlegg fyri hesa ferð. Møguliga venda vit aftur onkursvegna, alt stendur opið.

2337 innlegg og ein hálv millión av vitjandi bleiv tað til hesi fýra árini. Tað hevur verið ómetaliga stuttligt og avbjóðandi og vit eru ófatiliga stoltar av tí, sum vit hava fingið frá hondini. Vit føla, at vit hava víst, at tað kann lata seg gera at framleiða týdningarmikið mentanartilfar at kalla uttan pengar. Vit føla, at vit hava havt ein týdningarmiklan leiklut í mentanarlívinum.

Tá vit fyri fýra árum síðani avgjørdu at gera bloggin, varð hetta avgjørt í einari stuttari telefonsamrøðu. Tað tók heldur ikki meira enn 10 minuttir í telefon at avgera, at vit skulu lata bloggin í sínum núverandi skapi vera fortíð. Tí endurnýggjan hevur stóran týdning fyri okkum og aftan á fýra ár halda vit, at vit hava havt kvinnuvikur og listaverkfall, talleys ummæli, prik til politikarar, herðindi av forargilsi um heildarstøðið á mentanarlívinum, hugtikin útbrot um listina og yvirhøvur alt, mann kann ímynda sær - vit hava bara ikki havt nakra teinkipausu.

Vit eru spentar uppá hvat teinkipausan fer at føra við sær og hvat vit fara at finna uppá. Vit byrja hana við at fáa okkum ein bita og skála fyri blogginum, okkum sjálvum, listafólkunum og okkara kæra útgevara, John Dalsgarð, umframt tykkum kæru lesarum, sjálvandi.

Túsund takk, góðu tit øll fyri hesa fýra árini.

Blíðar heilsanir

Kinna og Inger