Mentanarnátt í Steinprenti
Mentanarnáttina letur upp ein nýggj framsýning í
Steinprenti við myndum hjá trimum føroyskum og tveimum donskum listamonnum, sum hevur fingið heitð Myrkamyndir.
Talan er um tann júst heiðraða listamannin Svend-Allan Sørensen, sum fekk stóru grafikkheiðurslønina frá Sonju drottning í Noregi. Svend-Allan Sørensen hevur
tilsamans gjørt eini áttati prent í Steinprenti í verkstaðnum, sum hevur stóran
týdning fyri hann bæði listarliga og persónliga. Í hansara verkum sæst tungur
patos og sveimandi skemt, ið eru sett saman við einum skálkabrosi og poetiskum
innliti. Hetta er ein myndlistamaður, sum heldur nógv av skrivaða orðinum og
sum brúkar tað á inspirerandi hátt í nógvum av sínum myndum. Skrivaða orðið var
tað, sum Claus Carstensen byrjaði við í síni tíð, men nógv sambinda hann við
myndlistina, har hann hevur verið sera sjónligur og har hevur gjørt greidligan
mun bæði sum listamaður og sum professari hjá einum heilum ættarliði av
yngri donskum listafólkum. Men í grundini er hann eisini framúrskarandi yrkjari
og greina- og ritroyndarhøvundur og tí er hann júst hin rætti til at myndprýða
bøkurnar hjá Søren Ulrik Thomsen, sum Steinprent gav út fyri kortum. Hansara
dapru myndir eru hongdar á ein svartan vegg eins og ein stór kompositión – gev
tær tíð at granska tær einstøku myndirnar, sum eru bygdar upp av eini
ørgrynnu av staklutum, figurativum og abstraktum. Gevur tú tær tíð at hyggja,
daga myndevnini spakuliga undan úr myrkrinum, ein óhugnalig maska, ein
andlitsmynd, ein sjefarahundur og skuggar av blondum og ymsum mynstrum. Eingin
megnar sum Marius Olsen skapa spenning í myrkrinum og at skapa spennandi myndir
burtur úr elasmáum ljósglottum, men tað er ikki náttúruromantisku
sólarglottarnir, sum hava hansara størsta áhuga. Nei, tað eru tendraraflammur ella menniskjagjørdar
ravmagnsperur og teirra skuggar og speglingar gjøgnum rútin út í
náttina. Tóroddur Poulsen kann eisini vera svart skemtingarsamur, t.d. tá hann
lýsir súkklistar, sum við ferð seta hol á eiturfonið, ið umgirðir
føroyalistina. Hansara spannir eru um somu tíð líka gátuførar og banalar sum
hansara súkklistar. Tær kunnu vera hvat sum helst, praktisk gerandisamboð ella
myndamál við dýpd og rúmd, tær kunnu vera tómar, men tær eru javnan á tremur í
listarligum íblástri. Myndamálið hjá Bárði Oskarsson er um somu tíð eymligt og
kolasvart. Hansara verur eru ússaligar og snildar, avskeplaðar og vakrar og so
eru tær eisini nokkso stuttligar - Komið bara og hyggið í Steinprenti, har opið
er alla mentanarnáttina. Steinprent letur upp fríggjadagin sum vant klokkan
9.00, men letur ikki aftur fyrrr enn klokkan 22.
(KP)