Sunday, June 1, 2014

Eitt gott keyp


Listasavn Føroya hevur keypt fína málningin hjá Steffani Danielsen, Morgun á Trappuni í Nólsoy við stuðli frá Augustinusfonden, Ny Carlsbergfondet og Eik Banka. Vit kenna ikki prísin, sjálvandi, men halda, at óansæð hvat og hvussu, er hetta eitt gott keyp. Myndin lýsir ein part av einum bygdarlagi í Nólsoy. Í forgrundini  høgrumegin síggja vit inn í eini hús við reyðstríputum gardinum, har tey gera klárt til morgundrekka. Í myndini er næstan helvtin av myndarúminum fylt upp av svarta húsaskjøldrinum í forgrundini. Ein so dominerandi svartur formur fremst átti at fingið allan myndabygnaðin at koppa. Harumframt er myndarúmið ógvuliga fylt við øllum, sum sæst aftan fyri húsaskjøldurin, eins og sjálv skeringin av myndevninum tykist sera víðgongd. Kortinini hevur Steffan Danielsen megnað at fáa myndina heilskapaða og samanhangandi, og hetta kemst av einari framúr góðari kenslu fyri myndgerð og fyri kompositión, har listamaðurin fær litir og skap at samsvara og javnviga. Svarta skapið í forgrundini verður endurtikið aftan fyri í svørtu tekjuni í miðgrundini og í skuggapartinum av oynni í bakgrundini sum javnfjarir formar, ið tilsamans mynda eitt viftuskap inn í myndina. Dekorativa mynsturkenda árinið, sum stendst av teimum kláru, vøkru litunum og tí einfaldaða myndamálinum, verður undirstrikað av tí fjølbroyttu yvirflatuviðgerðini, sum m.a. kemst av, at málarin hevur brúkt ymisk sløg av máling til tær ymsu flaturnar. Hetta er ein mynd, tú kanst hyggja at leingi, partar av henni eru øðrvísi, at kalla abstrakt málaðir, t.d. niðarlaga vinstrumegin, har vit síggja niður í túnið, sum er vippað eitt sindur upp eftir, at vit skulu síggja bæði flisar og steinlaðing, umframt eini pinkalítil hús longst vinstrumegin. Hetta er av sonnum ein vøkur og serstøk mynd, ið er eyðkend fyri málaran á so mangan hátt, um vit hyggja at litum, málihátti, kompositiónini við knøppu tilskeringini og eymliga huglagið við einari brádligar kenslu av at vera uttanfyri. Vit ynskja Listasavninum og harvið okkum øllum til lukku við góða keypinum.




(KP)